Ongi úrslit

Granskingarráðið leitar eftir ársins besta granskingarmiðlara: Øll kunnu senda uppskot

Hvør dugir best at gera gransking livandi og lætt at skilja? Nú kunnu øll skjóta upp, hvør skal fáa ársins heiður fyri góða granskingarmiðling.

Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 11:00

Granskingarráðið sóknast nú eftir uppskotum um, hvør skal fáa ársins herðaklapp fyri góða miðling av gransking. Freistin at senda uppskot inn er 14. september. Heiðurin verður latin á Vísindavøkuni í Kongshøll 25. september.

Skal røkka út um granskingarheimin

Heiðurin kann latast einum granskara, miðlafólki ella øðrum, sum dugir at greiða frá gransking og týdninginum av henni á ein greiðan og lættskiljandi hátt. Miðlingin kann eitt nú vera í útvarpi, sjónvarpi, greinum, bókum ella fyrilestrum.

Øll kunnu senda uppskot

Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa heiðurin, og helst skal vísast til dømi um góða miðling. Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum velur millum innkomnu uppskotini.

Uppskot kunnu sendast til gransking@gransking.fo

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53