Ongi úrslit

Ljósfest í Vági: Tríggjar eldsálir heiðraðar fyri stórt íkast

Marita Vestergaard í Lágabø, Rúni í Lágabø og Heri Mørk Hjelm, sáli, vórðu heiðrað fyri áralangt arbeiði fyri Vág og Suðuroynna.

© Vágs kommuna.
Fríggjakvøldið á Ljósfest heiðraði Vágs kommuna tríggjar vágbingar, sum hvør á sín hátt hava sett týðilig spor í lokalsamfelagnum.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 15:00

Fríggjakvøldið á Ljósfest heiðraði Vágs kommuna tríggjar vágbingar, sum hvør á sín hátt hava sett týðilig spor í lokalsamfelagnum.

35 ár í skótaarbeiðinum

Marita Vestergaard í Lágabø og Rúni í Lágabø vórðu heiðrað fyri stóra arbeiðið fyri Skótaliðið Royndina. Í umleið 35 ár hava tey staðið á odda fyri ungdómsarbeiðinum, og hava tey eisini verið virkin í millum annað flaggdagshaldi, grækarismessuhaldi, Jóansøku og Ljósfest.

Vágs kommuna lýsir tey sum ósjálvsøkin og ótroyttilig í arbeiðinum fyri ungdómin og bygdina.

Slóðari í vinnulívinum

Heri Mørk Hjelm, sáli, varð heiðraður fyri sítt stóra íkast til vinnulívið í Suðuroynni. Hann stóð aftan fyri fleiri vinnuverkætlanir, millum annað innan alivinnu, smoltframleiðslu, kryvjing og royking, og var hann við til at skapa nógv arbeiðspláss.

Heri doyði, áðrenn heiðursløtan varð hildin, men kommunan valdi kortini at heiðra og minnast hann sum ein týðandi slóðara.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53