Ongi úrslit

Miðvís eftirlitsherferð: Skip kunnu verða hildin aftur fyri tørvandi trygging av farmi

Frá 1. september verður trygging av farmi kannað serliga gjølla í havnarstatseftirliti. Álvarslig frávik kunnu føra til, at skip verða hildin aftur.

© Bent Van Aeken / Unsplash
Miðvís eftirlitsherferð um trygging av farmi verður sett í verk 1. september.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 13:30

Miðvís eftirlitsherferð um trygging av farmi verður sett í verk 1. september. Næstu tríggjar mánaðirnar fara havnastatsmyndugleikarnir undir Paris MoU at seta serliga sjóneyku á, um farmur og farmaflutningseindir eru tryggjað sambært galdandi SOLAS-krøvum.

Sjóvinnustýrið skrivar, at herferðin heldur fram til 30. november og verður partur av vanliga havnarstatseftirlitinum. Hvørt skip verður bara kannað eina ferð sum liður í serligu eftirlitsherferðini.

Frávik kunnu fáa álvarsligar avleiðingar

Endamálið við herferðini er at savna upplýsingar um, í hvønn mun galdandi krøv verða hildin í sambandi við innskiping, lasting og trygging av farmi og farmaflutningseindum. Havnastatsmyndugleikarnir fara at nýta ein serligan eftirkanningarlista í sambandi við eftirlitið.

Verða frávik staðfest, verða tey skjalfest. Tiltøkini kunnu fevna frá at skráseta frávik til at halda skipinum aftur.

Kann hava gjøllari eftirlit við sær

Sambært Paris MoU verða miðvísar eftirlitsherferðir lagdar afturat vanliga havnarstatseftirlitinum og miðsavnaðar um ávís øki í eitt avmarkað tíðarskeið.

Finnur eftirlitsfólkið greiðar ábendingar um, at skipið, útgerðin ella manningin ikki lúka galdandi krøv, kann gjøllari eftirlit verða framt.

Í eftirlitsfrágreiðingini verður skrásett, um talan er um eina CIC-kanning. Staðfest frávik og tiltøk í kjalarvørrinum verða eisini skrásett.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53