Munandi fleiri føroyingar hava higartil virkað sum leikstjórar enn sum filmsframleiðarar. Tað vil Filmshúsið nú broyta við miðvísari førleikamenning og skeiðum fyri føroysk filmsfólk.
Í hesum døgum er kendi danski filmsframleiðarin Signe Byrge Sørensen í Føroyum og undirvísir á skeiði fyri føroysk filmsfólk. Hon er stjóri og ein av stovnarunum í framleiðslufelagnum Final Cut for Real og hevur fýra ferðir verið tilnevnd til Oscar-heiðurslønina sum framleiðari. Felagið hevur tilsamans fingið seks Oscar-tilnevningar.
Ov fáir føroyingar taka framleiðaraleiklutin á seg
Sambært Marjun Niclasen, leiðara í Filmshúsinum, hevur javnvágin millum leikstjórar og framleiðarar í Føroyum verið skeiv.
– Vit hava kanska ikki verið nóg góð til at miðla, hvat ið leikluturin hjá einum framleiðara fevnir um. Men tá ein filmsverkætlan skal mennast og gerast til veruleika, er sera týdningarmikið, at bæði leikstjóri og framleiðari eru við, sigur hon.
Signe Byrge Sørensen kennir frammanundan væl til føroysku filmsvinnuna. Hon hevur millum annað verið ráðgevi í sambandi við føroyskar filmsframleiðslur og hevur verið við í NordDok-samstarvinum millum Føroyar, Grønland og Danmark.
Føroysk viðurskifti við í undirvísingini
Føroyski filmsframleiðarin Jón Hammer undirvísir eisini á skeiðnum. Hann er við til at tryggja, at føroysk viðurskifti, sum ofta eru øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina.
Skeiðið endar mánadagin. Filmshúsið vónar, at luttakararnir fáa ítøkilig amboð og størri innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið verður við til at leggja grundarlag undir fleiri føroyskar filmsframleiðarar.