Ongi úrslit

Royndi at kroysta kvinnu at senda sær pengar

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Nú um vikuskiftið ringdi ein kvinna til løgregluna at melda, at ein maður royndi at noyða hana at senda sær pengar.

Hon sigur, at hon hevði havt sambandi við eina kvinnu á telduni, men eftir at prátið hevði verið heitt eina løtu, broyttist støðan knappliga tí nú var tað brádliga ein maður, sum var í hinum endanum. Hann kravdi at at fáa pengar frá henni, annars fór hann at senda myndir av henni til øll á internetinum.

Løgreglan sigur, at í fyrsta lagi er teirra áheitan at fólk skulu ikki samskifta við fólk, tey ikki kenna.

Í hesum føri var kvinnan yvir 18 ár, so tað stendur teimum frítt at tosa við hvønn tey vilja. Men verða tey kravd eftir pengum, skulu tey ikki rinda, men blokera viðkomandi

– Okkara royndir eru, at senda fólk pengar eina ferð, verða tey bara kravd eftir meiri pengum, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10