Ongi úrslit

Skuldsettur fyri at hava sett eld á

Myndin er av www.in.fo
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 07:48

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgreglina at siga frá, at svartur roykur stóð úr almennu vesunum í Steinatúni.

Løgregla og sløkkilið komu á staðið, og har varð staðfest, at eldur var í.

Eitt fólk var inni, men tað varð bjargað út. Løgreglan sigur, at viðkomandi varð førdur á Landssjúkrahúsið at fáa viðgerð fyri roykeitran.

Men áðrenn viðkomandi fór á sjúkrúsið, varð hann skuldsettur fyri at hava sett eld á. Sostatt skal viðkomandi havt sett eld á, uttan at koma sær út aftur.

Løgreglan fer nú at kanna málið neyvari. Tey siga, at skaðin av eldi er ikki so stórur, men at alt er dálkað av sótið, so har má vaskast upp og niður.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53