Í samrøðuni gevur Sólvit fyri fyrstuferð innlit í hørðu ósemjurnar innanveggja í Fólkaflokkinum. Hann fortelur søguna um sammøðurmálið tá hann sjálvur vildi leggja frá sær sum floksskrivari, men í staðin endaði við at blíva landsstýrismaður fyri flokkin. Um niðurbræðingina hjá eina veinginum í flokkinum til seinasta løgtingsval og um skiftið til Framsókn, sum sambært honum sjálvum møguliga var ein ov skjótt tikin avgerð. Í dag stendur maðurin í durunum ávegis út úr politikki. Í viðførinum hevur hann takksemi fyri mongu møguleikarnar, samstundis sum hann ásannar, at flokkur hansara ikki hevur rokkið høvuðsmálinum um haldføri, og at ov fá verulig tiltøk eru sett í verk fyri at føra politikkin sum flokkurin fór til val uppá út í veruleikan.
Sólvit Nolsø: Ongin eigur at taka synd í nøkrum politikkara Sólvit Nolsø: Ongin eigur at taka synd í nøkrum politikkara
Sólvit Emilsson Nolsø gevst endaliga í politikki um tríggjar vikur. Hoyr hann greiða frá søguni um ein introvertan mann, sum tó altíð hevur verið drigin at størvum ið krevja stóra almenna eksponering. Hoyr hvussi áhugi hansara á ungum árum birtist fyri politikki, um skiftið frá Havnar Framburðsfelagi í fjølmiðlaheimin og um tilgongdina inn aftur í politikk.
Ragnar Sjúrðarson
Í gjár kl. 11:37
Mest lisið hesa vikuna
Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki
5. oktober kl. 08:47
Hetta kundi enda heilt galið á Argjum
2. oktober kl. 08:31
Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands
1. oktober kl. 09:09
Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur
4. oktober kl. 12:09
Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum
4. oktober kl. 09:55
Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað
5. oktober kl. 09:37
Leys størv
Samskiftisfólk til sosialar miðlar til Visit Faroe Islands
Umsóknarfreist: 25.10.2026
KT-serfrøðingur til deild fyri brotsverk á netinum
Stjóri til Gjaldstovuna
Umsóknarfreist: 19.10.2026
Køkssølufólk til Vordinborg køkar
Maskinmeistari til Looknorth
Umsóknarfreist: 27.10.2026
Sølufólk
Umsóknarfreist: 12.10.2026