Ongi úrslit

Fleyg alt ov nær flogvøllinum

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 08:36

Í gjár var eitt fólk meldað fyri at flúgva við dronu uppi yvir Trælanípu. Løgreglan sigur, at tey fingu fatur á einum útlendskum ferðafólki, sum játtaði at hava flogið við dronuni.

Men tað eru strangar reglur fyri, hvussu langt frá einum flogvølli ein skal vera fyri at flúgva við dronu, og Trælanípa er alt ov nær flogvøllinum í Vágum. Frástøðan skal vera minst fimm kilometrar.

Tí varð dronan tikin og løgreglan sigur, at helst verður hald lagt á hana.

Dronuførarin fær eisini bót, og hann skal á løgreglustøðina í dag at avgreiða málið.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53