Ongi úrslit

Vandi fyri at fólk – serliga kvinnur – verða avmyndaðar uttan at vita av tí

Skal tað yvirhøvur verða loyvt í Føroyum, spyr Bjørt Lind, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Skal tað vera loyvt at hava snildbrillur í Føroyum.

Tað er ein spurningur, Bjørt Lind, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, setir.

Og tað hevur hon nú eisini biðið Bein Johannesen, løgmann siga sína hugsan um.

Í hesum sambandi spyr hon løgmann um, hvørjar vandar hann sær nú løgmaður, nú snildbrillur gera tað møguligt at taka myndir, og at filma fólk,  meir ella minni fjalt í almenninginum  - uttan at tey, ið verða filmað, vita av tí.

Hon vil eisini hava at vita um verandi lóg verjir okkum nóg væl og hon spyr eisini løgmann um hann heldur, at vit eiga at fáa serliga reglur um snildbrillur, eitt nú avmarkingar, ella beinleiðis forboð fyri at brúka tær undir ávísum umstøðum.

Bjørt Lind vísir á, at smartglasses, ella snildbrillur, hava verið á marknaðinum í nøkur ár, men sølan hevur tikið dik á seg ta seinastu tíðina.

– Brillurnar kunnu brúkast til at taka myndir og video, tosa í telefon og lurta eftir tónleiki, og nýggjar útgávur kunnu eisini nýta vitlíki, vísir løgtingskvinnan á.

– Tøknin hevur nógvar møguleikar, men hon reisir eisini nýggjar spurningar um privatlív og samtykki, sigur hon.

Við eini vanligari fartelefon ber til at síggja, tá ið fólk taka myndir ella filma. Men tá ið myndatólið hinvegin er bygt inn í brillurnar, sum líkjast vanligum brillum, kann tað vera torført hjá fólki at vita, um tey verða avmyndað, sigur tingkvinnan.

Bjørt Lind sigur, at hesa seinastu tíðina hava mong dømi verið um fólk, serliga kvinnur, sum eru avmyndað ella filmað við snildbrillum uttan at vita av tí, og har hetta síðan hevur verið lagt út á sosialar miðlar.

Tað eru nógv dømir um, at kvinnur varnast, at video av teimum liggur úti á internetinum uttan at tær vita, at tær vórðu filmaðar.

– Fleiri og fleiri felagsskapir taka nú frástøðu frá hesum brillunum, sigur Bjørt Lind.

Serliga eigur at verða hugsað um børn og ung og aðrar støður, har ið fólk kunnu vera serliga viðbrekin.

Hetta er kortini ikki einfalt, tí snildbrillur kunnu eisini hava gagnlig endamál, eitt nú sum hjálpartól hjá blindum og sjónveikum, sum við hjálp frá vitlíki kunnu fáa upplýsingar um tað, ið er rundan um tey.

Men hetta at ganga runt og filma onnur, uttan at tey vita av tí, er ein grundleggjandi broyting, heldur hon.

– Tað kann skapa ótryggleika og gera tað truplari hjá fólki at vita, nær tey verða filmað, og hvat upptøkurnar síðan verða brúktar til.

– Tí er neyðugt at taka støðu til, um verandi reglur verja privatlívið hjá fólki nóg væl, ella um tørvur er á strangari reglum, heldur Bjørt Lind.

– Í hesum sambandi er eisini viðkomandi at spyrja, um brillur, sum gera tað møguligt at taka filma ella taka myndir av fólki, uttan at tey vita av tí, yvirhøvur eiga at vera loyvdar, leggur hon afturat.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53