Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, sum frá líður norðan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, skiftandi skýloft, onkur sólglotti og okkurt ælið. Í kvøld frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Í nátt skýggjað, og móti morgni eitt skifti frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 7 til 12 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður, seinnapartin bert okkurt ælið. Um kvøldið lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og bert okkurt ælið. Um náttina gongur hann vesturum í útnyrðing. Hitin 7 til 11 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður lítið lot, minni enn 5 m/s; samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldið gongur hann niður í vestan. Hitin 7 til 11 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot av vestri ella útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður ella regn. Hitin 9 til 13 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður ella regn. Um kvøldið frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður ella regn. Hitin 11 til 13 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður ella regn. Hitin 11 til 13 stig.
Veðurstova Føroya