Síðani vit fingu Veðurstovu Føroya hava politikarar hevur onkuntíð verið tosað um, at hon átti at hon átti ikki at verið í Havn, men á flogvøllinum, og so kundi hon eisini havt veðurtíðindi í sambandi við flogferðsluna.
Men tað verður ikki enn á sinni at vit fáa eina flogveðurtænastuni.
Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri nsta ár, staðfestir Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, at eingin peningur er settur av á fíggjarlógini til endamálið.
Men tað er eisini lættari sagt enn gjørt tí fyri at lúka krøvini at kunna bjóða seg fram hjá Trafikstyrelsen at veita flogveðurtænastu, verður tørvur á at førleikamenna seks fólk til at manna uppgávuna.
Tilgongdin at skipa flogveðurtænastuna verður mett at taka tvey ár. – Loftferðslumál eru ikki føroyskt málsøki, og tí krevst eisini, at Trafikstyrelsen, sum er myndugleikin á økinum, tekur undir við at lata Veðurstovu Føroya taka hesa uppgávuna, sigur landsstýrismaðurin.