Ongi úrslit

Viðareiði: Eigarar av tómum býlum skulu gjalda 7.945 krónur um árið

Frá 1. januar 2027 skulu eigarar av tómum býlum í Viðareiðis kommunu rinda eitt árligt tænastugjald á 7.945 krónur.

© Wikipedia.
Tóm hús kosta: Frá nýggjárinum skulu eigarar av tómum býlum í Viðareiðis kommunu gjalda 7.945 krónur um árið fyri kommunalar tænastur.
Edmund Jacobsen
Í gjár kl. 17:00

Viðareiðis kommuna hevur einmælt samtykt at krevja tænastugjald fyri øll býli, har eingin er skrásettur at búgva. Gjaldið verður kravt, óansæð um eigarin býr í kommununi ella aðrastaðni.

Árliga gjaldið verður 7.945 krónur og skal rindast í tveimum gjøldum á 3.972,50 krónur, í juni og desember, ljóðar tað frá Viðareiðis kommunu.

Gjaldið fevnir um vatnveiting, kloakk, burturbeining av húsarhaldsruski og brunatilbúgving.

Sambært útrokningum hjá kommununi kostar tað í miðal 10.448 krónur um árið at veita hesar tænastur fyri hvørt býli.

Gjaldið verður tó sett til 7.945 krónur, sum er lógarásetta hámarkið fyri 2026.

Avgerðin varð tikin á bygdarráðsfundi 9. juni 2026 og byggir á nýggja lógarheimild, sum gevur kommunum rætt til at krevja gjald fyri tóm býli.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10