Ongi úrslit

Vilja bæði hava meiri í pensjón - og ein eldrakekk

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Áhugabólkur Pensjónista tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi og Sjálvstýri um at hækka orkuískoyti í ár úr 5.000 krónum, upp í 12.000 krónur.

Men tey halda eisini, at tað er alneyðugt at hækka pensjónirnar, sum seinnu árini eru vorðnar púra afturúrsigldar.

– Hesi seinnu árini eru veitingarnar til pensjónistar lækkaðar í virði, við tað, at bæði prísir og lønir eru hækkað meiri enn pensjónin er hækkað, sigur áhugafelagið.

Áhugabólkurin staðfetir, at bæði fólkapensjónin til støk, og miðal- og lægsta fyritíðarpensjón til støk, liggja langt undir fátækaváðamarkinum. Fólkapensjónin er gott 8.000 krónur undir markinum, miðal fyritíðarpensjónin er einar 18.000 krónur undir markinum og lægsta fyritíðarpensjón er 19.000 krónur undir fátækaváðamarkinum.

Annars halda tey, at tey kundu givið lágløntum pensjónistum, bæði fólkapensjónistum og fyritíðarpensjónistum, ein eldrakekk ella ein pensjónskekk eftir danskari fyrimynd. Í Danmark fáa lágløntir, um eiga minni enn 180.000 krónur ein eldrakekk upp á 26.000 krónur um árið.

Tað er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri tey, ið ringast fyri fíggjarliga beinanvegin, og somuleiðis er tað beinanvegin neyðugt at arbeiða við tiltøkum, sum skulu koma í gildi næsta ár, sigur Áhugabólkur Pensjónista.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 07:59

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 09:13

Myndir-Ovastevna

15. august kl. 17:33

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Á Vaglinum valdar ruðuleiki og ongin politisk kós

14. august kl. 10:53