Mentan

Jóannes Dalsgaard áttati ár

2020-07-24 19:00 Author image
Hanus Kamban

Í mínum barnaárum búðu um hálvtannað hundrað fólk suðuri í Skúgvi. Bjargarøktin var við sítt fríska lív, havhestegg vórðu rænd ovarlaga í berginum uppi við Eggjar, lomvigaregg undir oynni og undir Høvdanum og Dalinum, og lírin – sum var nógvur tá – varð drigin frá 26. august, fyrsta dagin varð býtt, men dagarnar aftaná varð drigið í sjálvdrátti, ofta um náttina. Í bygdini vóru tveir handlar, eina tíð tríggir. Pápi, sum var lærari tá, skipaði fyri kórsangi, og tað var fast, at kórið, við trimum røddum, sang um jóltíðir bæði í kirkjuni og í skúlanum.

Vit sparkaðu fótbólt uppi í Lítladali og lærdu okkum at svimja í hyli, sum varð byrgdur í Áldarsá nakað innan fyri brúnna. Barnaspølini – heysa flagg, renna millum húsanna, einkjumann at maka osfr. – høvdu vit til stuttleika á sumri og vetri.

Børn úr øðrum bygdum komu stundum at ferðast, og summi steðgaðu leingi. Ein dagin, tað mundi vera um 1950, sást eitt nýtt andlit í bygdini, ein drongur, sum við sínum atburði og tosingarlag gjørdi lívið millum okkum børn eitt sindur festligari og fekk okkum at varnast tað stuttliga, bæði hjá øðrum og okkum sjálvum. Drongurin – sum mundi vera um níggju-tíggju ár tá – var Jóannes Dalsgaard, sum komandi sunnudag fer um áttatiára nøvina.

Jóannes, sum dvaldi í bygdini í rúma tíð, búði, minnist meg rætt, í húsunum Niðri í Stovu og hevði mong skyldfólk í bygdini. Jóhan, mammubeiggi hansara, var m.a. bóndi, Føroya fyrsti films-sjónleikari og tiltikin svimjari, Kjartan, ein annar morbróðir, hevði postin, og Tina, mostir hansara, hevði handil saman við manni sínum, Jógvan Sofusi í Pálshúsi. Brøðurnir Jóhan og Kjartan høvdu postbátin, og samband var inn á Sand tvær ferðir um vikuna. Mamma Jóannes hevði mong systkinabørn í bygdini, heili sjey Úti í Stovu og tvey á Skipagøtu. Eg kann leggja aftrat, at pápi Jóannes, Hans á Mølini úr Dalsgarði í Skálavík, og Óli Jóhannes, keypmaður í Skálagarði í Skúgvi, vóru systkinabørn.

Tvey ára aldursmunur var, hetta ger mun á ungum árum, so um hetta mundið var ikki nógv samband millum henda lívliga skálvíkingin og undirritaða. Hetta broyttist ikki lítið, tá ið lagnan vildi tað so, at vit hittust aftur ein dag í august 1958 á Studentaskúlanum í Havn, í nýmálsligu deild. Skúlin helt til á VBV úti á Krákusteini, ikki langt frá brúnni, sum tá lá út á Skansan. Hóast tann mesta skúlagongdin var úti á VBV, høvdu vit stundum tímar í barakkini á Frúutrøð, har læknar seinni hildu til.

Skjótt gjørdust vit vinir, Jóannes og undirritaði, og eg hevði ta gleði, at eg ofta var uppi undir Varða, har Hans á Mølini og Marita tá búðu, og kom at kenna foreldrini hjá Jóannesi. Hans var, umframt at vera smiður, yrkjari og rithøvundur og var undir krígnum, frá 1944, føroyskur umboðsmaður í Reykjavík. Komin til Havnar arbeiddi hann hjá landsverkfrøðinginum. Hans var stuttligur, sjarmerandi og vitugur og altíð blíður við okkum ungu.

Marita, mamma Jóannes, var dóttir Óla Jákup Niðri í Stovu og Sissal, sum var ættað Uttan úr Stovu, og hon var sostatt systkinabarn mammu. Og ikki bara tað, tí mamma og hon vóru bestu vinkonur á ungdómsárum. Sjálvur gloymi eg ongantíð tann blíðskap, ein upplivdi uppi undir Varða. Nevnt kann vera, at tey Niðri í Stovu, um vit bara taka eina grein, vóru ættað úr Tjørnustovu í Norðragøtu. Annars minnist eg, at Hans á Mølini – einaferð eg hevði sett mær fyri at læra Ole Morske – bar vísuna upp fyri mær uttan at hyggja í bók, meðan eg skundisliga ríslaði ørindini niður.

Lesnaðurin gjørdi, at vit – trímenningarnir – samstarvaðu um onkra lærugrein, eitt nú latín, har okkara lærari var tann litríki og sermerkti Axel Tórgarð, sum umframt at vegleiða okkum í at týða absoluttar genitivar og lesa latínsk verk eftir Caesar og Cicero eisini gloppaði okkum dyrnar inn í universið hjá Shakespeare. Jóannes hevði verið til skips, og tað var ikki sørt forvitnisligt hjá mær, einum moyrum landkrabba, at fáa innlit í henda partin av tilveruni. Tá ið Cicero var lagdur til viks, snúði samrøðan seg um bókmentir, vakrar gentur og onkuntíð eisini um politikk. Hetta var tíðin, tá ið í umbúna var at byggja radarstøð á Sornfelli, rokfundur var í Kommunuskúlagarðinum, P.M. Dam kom aftur við ferðaskipi úr Keypmannahavn, unglingar mótmæltu úti á keiini, og løgmaður fekk eitt áhaldsi í høvdið. Men hetta er ein onnur og drúgvari søga.

Tað vildi so til, at vit vóru tríggir næmingar, sum leingi høvdu eitt serligt samband, nevniliga Jóannes, André Niclasen, úr Klaksvík, og undirritaði. Ofta hittust vit á kvøldi úti á kamarinum hjá André í Tróndargøtu 13, har samrøðan snúði seg um bókmentir, yrkingar, politikk og heimspeki (m.a. Kierkegaard). Sjálvur var eg um hetta mundið ein óroyndur og álvarsamur unglingi, men mínir vinir høvdu nomið sær vitan úr lívsins skúla. Jóannes hevði í vøggugávu fingið eitt ávíst lættsinni, humor, gávuna at varnast tað stuttliga og ofta eisini tað groteska í tilverunu, og sostatt fekk eg frá hesi samveru eina innspræning av kæti og vónandi eisini sjálvironi, sum mundi vera harðliga tiltrongd! Annars vóru vit um hetta mundið ikki altíð samdir, serliga ikki um politisk viðurskiftir.

Tíðin gekk, og vit tóku studentsprógv í 1960, um ta tíðina, tá ein vakur unglingi, róptur John F. Kennedy, beyð sær fram sum valevni hjá demokratunum í USA og við sínum ætlanum um sosialar ábøtur kveikti vón í mongum hjørtum. Jóannes var læraravikarur í Miðvági í eitt ár og fór so til Danmarkar at lesa. Eg var vikarur í hálvtfjórða ár, las í Bournemouth í eitt ár og fór undir lesnað í Keypmannahavn. Har búði Jóannes, sum var farin undir at lesa søgu og franskt.

Sambandið varð tikið uppaftur, og nakað seinni hitti Jóannes eina undurvakra gentu úr Miðvági, sum æt Eydna og var dóttir Joen Elias Ellefsen úr Miðvági og Sofíu Højgaard úr Rituvík. Tey búðu fyrst á Sindshvilevej og seinni í Hvidovre. Teirra brúdleyp var, minnist meg rætt, hildið á Hotel Hafnia. Heðin Brú og faðir at brúðgóminum høvdu yrkt ein sang, og sjálvur hevði eg ríslað nøkur ørindir niður. Aftaná – kanska dagin eftir – var gildi uppi undir Varða, og hýrurin var av tí besta.

Í 1967 varð mær latið upp í hendur at vera blaðstjóri á Fjølni, tíðarritinum hjá MFS, Meginfelag Føroyskra Studenta, og frá juni 1968 til juli 1969 var Jóannes medblaðstjóri. Tíðarritið varð maskinskrivað og fotoprentað, og eitt satt náttartoyggj var tað at fáa hvørt blað liðugt, tí rættingar skuldu skrivast á maskinu og álirnar við rættingum klippast til og límast niður á tann maskinskrivaða upprunatekstin.

Um hetta mundið var Vietnam-kríggið í hæddini, USA framdi ræðulig bumbuálop í Norður-Vietnam og brúkti landið sum eitt slag av starvsstovu til at menna evna- og lívfrøðilig vápn. Mótmælt varð harðliga um stóran part av heiminum, og í hesum sambandi skeyt Jóannes upp, at vit, sum blaðstjórar á Fjølni, skuldu vera við á eini ráðstevnu - í Roskilde, um meg minnist rætt - har ágangurin móti fólkinum í Vietnam var høvuðsevni. Í hesum viðfangi kom eg eina løtu at standa andlit til andlits við ein heldur lágvaksnan og ikki sørt misháttan mann, annað eygað var plaserað heldur hægri enn hitt, men hann smíltist blídliga. Hetta var ongin minni enn maðurin, sum skrivaði skaldsøguna La Nausée (Vaml) og sjónleikin Huis Clos (Afturlatnar hurðar), talsmaðurin fyri existentialismuna – Jean-Paul Sartre.  

[object Object]

Jóannes tók prógv sum cand. mag. í søgu og fronskum og flutti til Føroya. Hann var adjunktur á Føroya Studentaskúla 1973-74 og árini 1974-80 deildarleiðari á HF í Suðuroy. Familjan búði hesi árini í Froðba. HF-skeiðið, við undirvísing bæði á Tvøroyri og í Vági, varð sett á stovn um hetta mundið, henda pionertíðin hevur neyvan verið løtt, men av lærarum, sum starvaðust undir Jóannesar leiðslu, er mær sagt, at hann var ein kveikjandi og sera inspirerandi leiðari. Ein ráki av nýbroti og bjartskygni hvíldi yvir skúlanum, og knýtt at honum vóru dugnalig lærarafólk, m.a. Jens og Adda Hæstrup og Lis Helmer Larsen, úr Danmark. Stundum vóru yrkjarar ella rithøvundar bodnir suður at lesa upp ella hava framløgu.

Nevnt kann vera í hesum sambandi, at Jóannes er tikin úr leikum sum talari, stuttligur og undirhaldandi, við hesi hækkandi gávuni, sum fær ein at fegnast um tilveruna og halda, at lívið tá samanum kemur er festligt.

Jóannes var landsskjalavørður árini 1980-92 og 1993-98, rektari á Føroya Studentaskúla 1992-93 og frá 1998 deildarstjóri á Undirvísingar- og Mentamálaráðnum.

Á tingi sat Jóannes árini 1980-88, og hann var varalimur 1991-92. Eitt mál, sum var frammi hesi árini, var rúsdrekkalógin. Mong vóru samd um, at tíðin var komin til at leggja ta gomlu lógina og ta óhepnu kassamentan, sum stóðst av henni - og m.a. elvdi til ófantaliga ovdrykkju – aftur um bak. Málið varð tikið upp í 80-árunum, og Jóannes kom at vera formaður í Rættarnevndini, har tað varð viðgjørt, gjørdi fyrireikingar og skrivaði (saman við m.ø. Birgiri Danielsen) eitt løgtingsálit – ruddiligt, stórt sum ein heil bók - um spurningin.

Tað eydnaðist at fáa málið viðgjørt sakliga, og eisini í flokkum, sum neyvan altíð drógu somu línu - ikki minst hugmyndafrøðiliga - vóru fólk, sum vóru samd um, at neyðugt var at fáa eina nýggja og meira tíðarhóskandi skipan. Jóannes, sum altíð hevur dugað væl at smyrja lýsi á lunnarnar og koma á tal við mótstøðufólk, var drívmegin, sum gjørdi, at arbeiðið bar frukt. Úrslitið var, at vit fyrst í 90-árunum fingu ta skipan, sum vit enn hava.

Veruleikin er helst, at henda skipan frá grundini hevur broytt okkara rúsdrekkamentan. Eitt sindur skemtiligt er, at tað fyrsta, fólk - sum á fyrsta sinni fóru inn í Rúsuna - sóu, var ein stór plakat, har tey uppbyggiligu orðini DREKK MJÓLK! loyptu hvøkk á gestin, sum beint tá kanska var tystur, gamaní, men ikki akkurát eftir mjólk. Úrslitið var, at fólk fóru at umgangast rúsdrekka á meiri vandaligan, framkomnan og mentaðan hátt, og at mong smátt um smátt fingu tann ans fyri góðsku og smakki, ikki minst á víni, sum vit kenna frá søguni um brúdleypið í Kána. Eftir hetta vóru mál og mentan broytt, og fólk, sum fyrr høvdu tosað við serkunnleika um glarfiti, gott hagalendi ella smakkgott kjøt, fóru nú at tosa um fyribrigdið bouquet, um teirra yndisdrúvu ella um tann vínbónda í Provence, sum hevði roynst teimum bestur! At tað eydnaðist at fáa hesa lóg samtykta var eitt bragd.

Jóannes gav í 1987 út yrkingasavnið “Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari”. Í hesum savni, við yrkingum um sjólívið, um Grønland, um onkarsystrina Sunnuvu, um stríðið í triðja heiminum móti imperialismu, hómast meira enn ein farri av tí yin – tí milda tokka – sum kanska kom óvart á tey, sum ikki kendu henda virkna mann, men sum als ikki undraði vinir hansara.

Í 1996 kom so tað søguliga verkið Fylking, um arbeiðara- og handverkarafelagið Enigheden á Tvøroyri, sum varð stovnað í 1915 og í 1932 skifti navn til Fylking. Í hesi bók, sum er eitt stórverk, verður greitt frá søguni hjá fyrsta arbeiðarafelagnum í Føroyum, frá teimum heilt serligu fyritreytunum hjá Tvøroyrar bygd, frá hvussu nútíðar fiskivinna og reiðarí vórðu til á hesum stað, frá tí stætt av veruligum fæloysingum – við ongari atgongd til jørð og seyð – sum livdi her, frá hvussu tíðarinnar avbjóðingar gjørdu tað lívsneyðugt at taka seg saman og stovna eitt arbeiðarafelag á hesum stað, frá stríðnum fyri kontantrindan, frá mótgangi, seigum samanhaldi í ófatiliga trongum tíðum, frá sigrum og bakkøstum, frá søguni um Ísvirkið og A.T.

Í roynd og veru vóru mangir av teimum monnum, sum eru umrøddir í hesum verki – og konur teirra við – kempur. Undirritaði hevði tann heiður, tá ið eg starvaðist á Røktardeildini á Landssjúkrahúsinum miðskeiðis í 80-árunum, at hitta ein av hesum úrmælingum, Andreas Lindberg á Beitinum (1889-1986). Eg síggi hann fyri mær, sitandi við sítt egna borð, við Halgubók framman fyri sær, við kanska eitt sindur strongum yvirbrá, sum sømir seg manni, sum mangan hevur staðið í hørðum stríð, men altíð høviskur og blíður at koma á tal við. Oftast nevndur í hesum verki er tó P.M. Dam, hugsjónarmaður og politikari. Tað er merkiligt, men ein dettur onkuntíð fram á verk, skrivað av føringum um Føroya søgu fram at okkara tíð, har hesin maður als ikki er tikin upp á tunguna.

Ein grein skal hava ein enda, og tað skal henda grein eisini. Jóannes er skemtingarsamur og útsnúgvin (ekstrovertur), men er eisini – sum fá munnu gruna – blúgvur. At henda kvøða verður skrivað, dámar honum neyvan, men tað fer at verða harvið, tí “hjartað má sær ráða”. Jóannes hevur verið mær ein góður og trúgvur vinur, altíð – ikki minst tá ið óslætt hevur verið – við tí góða orðinum, tí humori, sum á onkran gátuføran hátt fær ein at føla ein lætta, flenna at sær sjálvum og koma meira spælandi yvir um skursl og snávingarsteinar.

Eftir er at nevna, at Jóannes og Eydna eiga tríggjar døtur – Maritu, sum er sjónleikari, Marjuna, sum er útvarpskvinna, og Kristinu, sum er námsfrøðingur. Abba- og ommubørnini eru seks, og aftrat teimum koma trý bónus-barnabørn.  

NB: Jóannes er burturstaddur á føðingardegnum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður