Heimatíðindi

Johild og Rógvi vunnu Partners

So fall avgerðin. Johild og Rógvi Hansen úr Kollafirði vunnu Partners-kappingina(Mynd: Birita Jacobsen)

So fall avgerðin. Johild og Rógvi Hansen úr Kollafirði vunnu Partners-kappingina(Mynd: Birita Jacobsen)

2019-08-19 12:06 Author image
Emil Jacobsen

Hjúnini Johild og Rógvi Hansen úr Kollafirði vunnu stóru Partners-kappingina, sum Dimmalætting skipaði fyri í SMS leygardagin. Í finaluni vunnu tey móti Bjarna Christiansen og Lovisu M. Richardsdóttir úr ávikavist Fuglafirði og Klaksvík.

Finalan var endabresturin á kappingini, sum byrjaði klokkan 10 og vardi til umleið klokkan 17.30, tá vinnarin varð funnin. Kappingin varð skipað soleiðis, at fyrst vórðu allir luttakararnir koyrdir í bólkar, har tvey tey bestu liðini komu víðari, og síðani varð spælt eftir sonevndu knock-out skipanini, har vinnarin fór víðari til næsta umfar og taparin fór úr kappingini.

Bjarni Christiansen og Lovisa M. Richardsdóttir gjørdu skjótt av í sínum spølum. Sum oftast vóru tey millum tey fyrstu, sum vóru liðug, og tað sást, at tað lá væl fyri hjá teimum báðum. Tað gjørdi tað eisini hjá Johild og Rógva Hansen, sum longu í fjórðingsfinaluni møttu systur Johild og manninum. Tað iðraðu tey seg eitt sindur um, tí tey høvdu vónað at møtt teimum í finaluni...

Finalan bleiv ikki heilt so spennandi, sum onnur spøl í kappingini høvdu verið. Tað gekk skjótt hjá Johild og Rógva at fáa sínar brikkar heim, men eina løtu sá út til at koma eitt lítið sindur av spenningi í, tí tað gekk óvanliga striltið at fáa tann allarseinasta grøna brikkin hjá Rógva innum. Men at enda bar til, og so kundu hjúnini úr Kollafirði fegnast eftir ein langan dag.

Nógv av teimum, sum meldaðu til sum lið til kappingina, eru eisini pør í gerandisdegnum, og meir enn einaferð kom fram, at tey vanliga ongantíð eru í parti, tá tey spæla Partners. Soleiðis er eisini hjá Johild og Rógva, men tað sást ikki í kappingini, tí tey spældu sjey spøl og vunnu tey øll. Men spurd, um tey fóru at vera í parti frá nú av, var svarið greitt nei...

Hetta var fyrstu ferð, Dimmalætting skipaði fyri Partners-kapping, men væntandi var tað ikki seinastu ferð. Sum heild gekk tiltakið væl, men sum vera man var okkurt, sum kundi verið betri – sum so ofta, tá okkurt verður fyriskipað á fyrsta sinni.

Tíverri vóru fleiri lið, sum høvdu teknað seg, men sum ikki møttu upp til kappingina. Tað hevði við sær, at kappingin, sum longu varð løgd frammanundan, varð skeiklað eitt sindur, og at summi lið noyddust at bíða, tí har var eingin at spæla ímóti. Onkur vóru eisini ørkymlað av reglunum. Tað slapst ikki undan, tí tað verður spælt eftir so nógvum ymiskum reglum heima við hús. Tíverri høvdu øll ikki fingið reglurnar sendandi, sum spælt varð eftir í kappingini, og tí tóku onkrar ivastøður seg upp, men sum heild gekk væl hjá luttakarunum sjálvum at finna út av tí, og tað, sum semja ikki var um, fekst semja um kortini.

Johild og Rógvi Hansen vunnu kappingina og stóra vinningin frá Fonn Flog, sum var ein ferð fyri tvey til Riga við uppihaldi í fýra nætur. Bjarni Christiansen og Lovisa M. Richardsdóttir fingu eitt gávukort uppá 2.500 krónur í part frá Atlantic Airways, og Anna Elisabeth Arge og Ruth Nolsøe, sum endaðu á triðja plássi, fingu eitt gávukort uppá 1.000 krónur frá SMS.

[object Object]

Johild og Rógvi Hansen stóðu seg avbera væl sum lið í Partners, men tey hava framvegis ongar ætlanir um at vera í parti, tá tey spæla heima (Mynd: Birita Jacobsen)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður