Heimatíðindi

Klaksvík vann á Berlin

2020-07-11 10:36 Author image
Katrin Johannessen

Valið ímillum tað trygga og tað eg helst vildi
-Eg stóð og skuldi velja ímillum ta tryggu leiðina við góðum arbeiðið og løn í Týsklandi ella at loypa útí tað og gerast sjálvstøðug vinnurekandi sum myndafólk her heima, sigur Klara Johannesen.

Klara er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Hon hevur lisið bachelor á John Brown University í Arkansas í USA, áðrenn hon búsettist í Berlin.

Í mai 2016 flutti hon til Berlin og fekk  eitt gott arbeiði innan kundatænastu. Tað hálvtannað árið hon búði har, arbeiddi hon seg trý stig upp í skipanini á arbeiðsplássinum. Hon hevði tó lisið myndatøku á universitetinum og ynskti at arbeiða við tí. 

-Eg treivst øgiliga væl í Berlin, og tá stjórarnir vildu hava meg at søkja eitt uppaftur betri starv, so var eg øgiliga freistað at vera verandi.

Hon gjørdi tó av at geva sær sjálvari eina royndartíð á tríggjar mánaðar at fáa virksemi sum myndafólk upp at koyra og flutti til Klaksvíkar í januar 2018.

-Ta fyrstu tíðina hendi ikki nógv. Eg sat mestsum og gjørdi onki í tveir og ein hálvan mánaða og byrjaði av álvara at ivast, um hetta fór at bera seg. Tær síðstu tvær vikurnar byrjaðu tó so smátt at koma lív í og eg byrjaði at trúgva, at eg kundi fáa okkurt upp at standa. Eg gjørdi tí av í evstu løtu at vera verandi í nakrar mánaðar afturat. 

-Tá eg seinni keypti mær nýggja sofu til íbúðina kendist tað sum eitt súmbol uppá, at eg nú av sonnum var flutt heimaftur til Klaksvíkar, sigur Klara Johannesen. 

[object Object]

Nógv at gera 
Tað sær út til, at hon valdi rætt, tí hon hevur úr at gera sum myndafólk og hevur nú verið búsitandi í Klaksvík í tvey og eitt hálvt ár. Sjálvt ikki korona kláraði at bróta niður, tað hon hevði bygt upp. Nógva av tíðini nýtti hon til at viðgerða myndir og fremja uppgávur, har myndir skuldu takast av lutum og ikki fólkum.  

-Sum myndafólk eri eg altíð í holt við eina rúgvu av uppgávum samstundis, so eg verði aldrin liðug við alt. Men tá harðast stóð á við korona, tá náddi eg so nærri tí málinum. 

Hon sat tó ikki heima alla tíðina, men koyrdi við tí, hon nevndi ‘Heimamyndir’, har hon tók familjumyndir uttandura á matrikklinum hjá kundunum uppá 15 minuttir og við tilmældu frástøðuni.

-Eg vann ikki so nógvan pening av tí, men gjørdi tað mest fyri at halda meg í gongd og framvegis vera kreativ. 

Hon merkir væl at samfelagið er latið upp aftur og hon hevur úr at gera. Nógv av brúdleypunum, sum vórðu avlýst um páskini, verða hildin nú og tey sum hildu brúdleyp uttan veislu, hava veitslurnar nú. 

[object Object]

Tú noyðist at vera framligur
Fyri at fáa uppgávur og klára seg sum sjálvstøðugt myndafólk, noyðist tú at bjóða teg fram og vísa møguligum kundum, hvat tú dugir. 

-Eg havi roynt at lagt meg eftir, tá eg skrivi til møguligar kundar, at viðhefta myndir og siga at hetta er tað eg geri, ístaðin fyri, at spyrja kundarnar, hvat tað er teimum tørvar. Um teimum dámar tað, eg geri, so seta teir seg í samband við meg. Eg noyðist at trúgva á míni evnir, sigur Klara Johannesen og vísir á, at hetta hevur eydnast heilt væl higartil.

Hon greiðir eisini frá, at tað er ein fyrimunur at vera framligur í samband við hennara starv. Hon hittir nógv nýggj fólk, og sær altíð til at spyrja stjórar og onnur, ið kundu hugsast at bílagt myndafólk, um tey mangla onkran at taka myndir. 

-Eitt tað mest torføra við starvinum er, at halda fast við virðið av tí arbeiðnum eg geri. Fyri tað fyrsta kann tað vera ringt at prísseta í byrjanini, tí tað er ringt sjálv at meta hvat er ein rímiligur prísur. Sum tað næsta er tað eisini ringt, eftir ein prísur er avtalaður og arbeiði er í gongd, at siga, at tað fer at kosta meir, tá kundin spyr, um vit ikki líka kunnu taka aðrar myndir eisini, sigur Klara Johannesen. 

Teir síðstu mánaðirnir hevur hon havt kontór í íverksetanarhúsinum í Klaksvík og tað hevur hjálpt at havt møguleikan at tosa við onnur í somu støðu. 

[object Object]

Trupult at leggja arbeiðið frá mær
Tað er eisini ein fyrimunur hjá henni at hava eitt kontór, sum ikki bert er hennara egna sofa. 

-Sum mín egni stjóri, so kann eg jú altíð geva mær sjálvari frí í ein ella tveir dagar, men sum oftast, so hendir tað, at eg arbeiði uttan íhald. Eg havi ofta lyndi til at taka ov nógv á meg, og siga ja við fólk hóast kalendarin longu er á tremur, sigur Klara Johannesen. 

At hava eitt kontór hjálpir eitt sindur við at avmarka nær hon er til arbeiðis og nær hon hevur frí. Hetta er galdandi báðar vegir. Hon hevur ikki bert lyndi til at arbeiða, tá hon skal hava frí, men eisini til at byrja at gerast ymiskt annað, so sum at baka bollar, tá tað er meiningin, at hon skal arbeiða heima. 

-Tað hevur gjørt ein mun, men satt at siga, so endi eg sum oftast við at arbeiða, tá eg komi heim til mín sjálvs frá íverksetanarhúsinum.

-Um eg veruliga skal halda frí, so noyðist eg at fara av landinum. Tá fari eg ofta til Berlin, sigur Klara Johannesen. 

Fleiri myndir eru á Facebook vanganum hjá Klaru. 

[object Object]


Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður