Kjak

Klumma: "Eftirskúli"

2019-08-16 13:47 Author image
Poulina Slættanes

Komandi mánadag ringja klokkurnar aftur, – skúlaklokkurnar. Tey, sum fyrstu ferð koma smæðin inn á skúlalagið, eru øgiliga spent og vónrík. So eru tað tey, sum gleða seg at hitta síni skúlavinfólk aftur eftir langan summarsteðg.


Barndómstíðin stokkut er,

hon so skjótt við okkum fer,

følnar og fer heilt í fon,

aldri aftur kemur hon.


Hetta var eitt ørindi, sum upprunaliga var á donskum, ið ferðaðist úr einari poesibók í aðra. Tað var hetta, at tíðin ongantíð kom aftur, barndómstíðin.

Men onkursvegna kemur tíðin aftur – so ella so. Eldri vit gerast, betur minnast vit tey farnu barna- og ungdómsár. Tað kemur neyvan burtur úr ongum, tá vit tosa um onkran, sum gongur i barndømi.

Á útferð herfyri í útoyggjum hittist ein fleirsifraður skari av “ungdómi” um sjeyti ára aldur. Felags høvdu hesi barnaskúlaárini í stórbygdini við somu lærarum, skúlabókum, lívstreytum og bygdalívi.  Stóri árgangurin varð skipaður í fýra flokkar fyri nú 62 árum síðani. Tað var so heilt vanligt í teimum stóru skúlunum kring landið. Árgangurin taldi stórthundtrað fyrsta skúladag í 1957.

Í uppvøkstrinum búðu børnini í býlingum og høvdu sín gerandisdag har. Tey válaðu ikki runt, men hildu seg líkasum innanfyri sítt býlingamark. Í skúlagarðinum fylgdist man sum oftast við børnum, sum búðu í grannalagnum. Aldursmunur hevði lítið og einki at siga. 

Nú er tað so, at við so snildum leitingartóli sum facebook, ber til at finna nøvnini á hesum “ungdómum” uttan serligar tvørleikar. Eingin munur, um leitast skal í Kanada, Kjøpinhavn ella  Kaldbak. Mann finnur í minsta lagi 9 út av 10. Tað ger tað so ómakaleyst at seta fyrispurningar og fáa svar beinan vegin í hægstu feriutíð. Í summar tók ein úr árganginum stig til at spyrja á innanhýsisfacebookbólkinum, hvussu mong vóru stødd í landinum í hægstu feriutíð, tí so fór at vera skipað fyri einari spontanari dagsferð við bussi á útoyggj. Áðrenn hálvtalað var orðið, vóru mong hugaði og tóku undir við at hittast. Henda góða útferð millum ólavsøku og  Summarfestivalin kom so spontant í lag, at tíbetur hevði eingin stundir til at umráða seg og tóku av við brestin.

Útferðin javnaði út øll býlinga- og trúarmørk. Í okkara barnaskúlatíð fór mann bara at ferðast, um mann hevði familju at ferðast hjá, tók onkur til í ferðalagnum. Nú er ferðamynstrið øðrvísi. Fólk ferðast nógv fyri at hugna sær, og ikki so fá ganga upp á hægstu fjallatindar. Tað var so óhugsandi í uppvøkstrinum. Fjøll og tindar vóru gebetið hjá fjall- og røktingarmonnum. Og so er tað so smidligt at ferðast nú í mun til tá. Øll hava bil, eingin tekur brim uppá tunguna, har koyrandi er til. Avstandir og mørk er ein farin tíð. Millum kirkju og samkomu er eingin forðing fyri samskifti, sum vit minnast frá barnaárunum.

Hetta skundisliga, samansjóðaða ferðalag fekk barna- og ungdómsárini aftur á breddan. Hóast fleiri enn seksti ár vóru farin afturum, so dagaði so nógv fram, ið styðjaði seg til okkurt annað í farnum tíðum. Hvat var so broytt, tá tað ikki sansaðist? Innaní vóru øll á bylgjulongd, hóast langa skilnaðin. Eitt sindur grá ella tunn í toppinum, men hvat nervaði tað, tí innan var alt sum tað plagdi, smílini eisini og prátingarlagið.

Jú eldri vit verða, betur minnast vit tað farna. At ein í ferðalagnum var komin til stórbygdina at ganga í framhaldsskúla og greiddi frá útferðardagin, hvussu tað kendist, var hugtakandi. Hon lýsti, hvussu øðrvísi alt kendist. Tað høvdu vit ongantíð givið okkum far um.

At uppliva aftur saman við javnaldrum var gevandi við stuttligum hugleiðingum og myndatøku.

Gløggi Kierkegaard segði: Livet må leves forlæns, men forstås baglæns.

Vit gleða okkum at hittast aftur.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður