Kjak

Klumma: Eisini børn kunnu fáa ov nógv

2019-08-09 09:58 Author image
Karin Kjølbro

Fyri júst 50 árum síðani skuldu vit flyta heim eftir lokna útbúgving. Í tí sambandi ringdi eg til ein almennan stovn í Havn fyri at skriva okkum upp til grundstykki. Men hann, eg skuldi tosa við, var ongantíð at hitta. Spurdi tí, um maðurin var sjúkur. Kvinnan svaraði: nei, hann hevur tørn. Eg var púra málleys. Men ivaleyst var hon so forsyndað av støðuni, at hon valdi bara at siga sum var. Hetta við tøgn, undanførslum og stundum hvítum lygnum verður ofta brúkt. Eisini hjúnafelagi og børn fjala yvir drykkimannin. Øll billa tey sær inn, at ongin veit nakað. Veruleikin er, at øll vita, sjálvt smábørn vita, hvat fer fram.

Fyri 25 árum síðani skipaði eg fyri skeiðum á Handilsskúlanum um alkoholpolitikk á arbeiðsplássinum við heitinum: "Starvsfelagin vit tosa um – men ikki við". Áhugin var rættiliga stórur. Endamálið við skeiðnum var at læra álitisfólk at avlesa, um ein medarbeiðari hevði vánalig arbeiðsavrik vegna rúsdrekkatrupulleikar. Um ja, so at fáa amboð til at loysa trupulleikan og at orða ein alkoholpolitikk, sum medarbeiðararnir í felag orðaðu, undirskrivaðu og síðani settu í verk. Heruppí hoyrir, at nýggir medarbeiðarar fáa kunning um alkoholpolitikkin longu til jobsamrøðuna og undirskriva hann, tá tey byrja í arbeiðinum. 

Í stuttum gongur politikkurin út uppá, at rúsdrekka/-evni ikki vera told á arbeiðsplássinum. Drekkur ein medarbeiðari í arbeiðstíðini, ella er arbeiðið ávirkað av nógvari fráveru ella vánaligum avriki vegna drukk, so verður fyrst givin ein ávaring. Hjálpir tað ikki, so krav um viðgerð, og hjálpir tað heldur ikki, so uppsøgn. Álitisfólk og leiðsla dagføra alkoholpolitikkin annaðhvørt ár til tess at tryggja sær, at hann riggar sum ætlað. Á einum slíkum skeiði var tað ein arbeiðsgevari, ið nevndi, at hann hevði onki drykkjufólk á arbeiðsplássinum. Men hann hevði eina dugnaliga kvinnu, sum ofta var burturstødd, tí maðurin drakk. Hon mátti ansa eftir honum, at hann ikki drakk ella fór út. Harumframt gjørdist hon so hugtung, at bert lítið kom av skafti, um hon møtti til arbeiðis.

Hetta við alkoholpolitikki á arbeiðsplássinum kendu nógvir útisiglarar, áðrenn tað var vanligt her – á landi. Hjá summum reiðaríum er bannað at drekka frá tí, tú fert heiman, og til tú ert heima aftur. Har er eftirlitið ikki yvirlatið til starvsfelagar, men fólk í landi koma umborð at taka stakroyndir, eins og tað ikki er óvanligt, at ein helikoptari lendir á dekkinum uttan ávaring við heilsustarvsfólkum í somu ørindum.

Hoyrdi herfyri um arbeiðspláss, har tey høvdu ein orðaðan alkoholpolitikk, men hann varð ikki brúktur. Søgan var søgd júst av tí, at tørvur var á einum virknum alkoholpolitikki.

Hóast viðgerðarstøðini bæði eru stongd beint nú, skal ikki verða ósagt, at møguleikar eisini eru fyri tey meðbundnu (hjúnafelagi og børn), ið gerast líka sjúk sum drykkimaðurin/-konan, so tey læra, hvat er til ráða at taka, um mamma ella babba hava sjúkuna alkoholismu.

Herfyri var á DR1 ein videolýsing, har tú sást 6 ára gamla smágentu fara upp mitt á nátt. Stillisliga fór hon oman trappurnar í køkin, upp á køksborðið og lat skápshurðina upp. Hondin trilvaði afturum, og út kom ein brennivínsfløska, niður á gólv, proppin av og stoytti alt í vaskið. Proppin á aftur,  upp á borðið og fløskuna afturumaftur. Niðuraftur á gólv og so spakuliga upp í song. Og nú kom teksturin: "Eisini børn kunnu fáa ov nógv."

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður