Kjak

Klumma: Gevið bjargingarfeløgunum valplakatirnar

2019-08-30 10:34 Author image
Poulina Slættanes

Í morgin fáa øll við valrætti ein langan pappírsstrimmil í hondina at taka støðu til. Har standa nøvnini á øllum teimum, ið hava hingið ómælandi og einkisigandi á steyrum og stabbum og hava verið trýst niður í grøna svørðin kring landið. Litføgru myndirnar í øllum støddum hava ikki júst prýtt um. Ikki er nógv samsvar í, tí hetta er frossarí, so tað stendur eftir í. Valevnini hava ikki hugsað seg serliga væl um, tí tað gongur jú ímóti boðskapinum um tálming av pappírsnýtslu, plasti og timbri. Í valorrustuni hevur verið jabbað um ørskapin av ovur- og misnýtslu. Hetta er ikki nóg gott og heldur ikki samsvar millum orð og gerð. Børnunum hava dámt at sæð hesi blíðsnýðaðu andlit. Tey hava talt konur og menn, hava tikið til, at handan sigur, man ikki skal bíta negl, hasin, at man ikki skal hyggja ov nógv í skerm og handan, at man eigur at fara tíðliga í song.

Skógareldar breiða seg grúpskir um alla jarðarklótuna, og vit vita øll, hvørjar avleiðingarnar eru. Nógv hevur verið spurt og gitt, um valuppsløgini hava nakra sum helst ávirkan. Tað er ein góður spurningur, segði eitt av valevnunum til seinasta fólkatingsval, sum fekk fleiri hundrað atkvøður. Tann spurdi hevði ikki havt eina ta einastu plakat á gøtu og stræti, men bara skrivað tvær valgreinar.

Tað man hava verið fynd í.

Men floksideologiin er løgd til síðis – valevnini skriva dúgliga, hvat “vit siga”, men tá til skarpskeringar kemur og stýri skipast, fána hesi “sigilsir” burtur í tóman heim. Tí tað skulu altso 17 fjølllittar atkvøður til at fáa framt og tamt eitt mál og ikki tann eina útgjaringin.

Valfundir hava ongantíð verið so títtir sum við hetta valið og veljarakanningar. Ikki orðið. Ja, á einum valfundi vóru kakumuffins, ið vóru glaseraðar við sjokolátubókstavum á. Har vóru køkur við B og C, L og A, D og K, E, F og H. Flottar og leskiligar. Ommudótturin helt hesar vera so vakrar, og hevði hon sloppið at valt, hevði hon valt sær allar við K á. Spurdi hana hví. Jú, tí hon sjálv hevur tann byrjunarbókstavin í sínum navni og helt við KÍ. Jú, børnini hava hugnað sær nógv mest við hesum gøtuuppsløgum og bókstavum. Tey hava lært teir skjótari,  talt konur og menn og sagt, at hatta er ein mostir hjá Mortan og ein gubbi hjá Minnu.

Men sunnumorgunin verða hesar konur og menn beind burtur. Nú er nokk prangað og pyntað. Summar plakatir hava fingið frið, aðrar eru meiðslaðar og farnar um koll, tí tær ikki hava verið nóg væl festar. Veðrið hevur verið viðeiriligt og latið hesa litføgru myndarøð staðið í frið. Tá úti er spælið, og stilt er á vali, hvat ger mann so við allan henda timburdungan og byggipláturnar, ið eru kjokkfullar av svertu, litevnum og plasti? Tað er ikki hissini, ið er farið út á geilar, tún og húsaveggir. Ja, onkur helt, at her var tilfar til eini heil hús í allari húsaneyðini. Hvussu er ella ikki, so kundi eitt gott hugskot verið, at bjargingarfeløgini ella sløkkiliðini kring landið fingu hesar plátur at bøtt um við, tá vetrarstormarnir koma, og tørvur er á tilfari at bøta um fyribils skaðar. Vit vita, at tað skal nógv til av slíkum tilfari, tá harðast leikar á. Sløkkiliðini hava rúmd fyri hesum, og so fer tað til eitt gott endamál og sum endurnýtsla.

Á valstaðnum hvørva hesi andlit sum kavi fyri sól. Tað halda tey flestu. Veljarin sansar seg neyvan um uppsnollaðu snýðini. Tað eru tey, við ongum valkorti og undir aldursmarkið, ið steðga upp og stuttleika sær í hesum svakligu og ráðaríku plakattíðum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður