Kjak

Klumma: Tað løgna summarið

2020-07-02 15:30 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað er nokk eingin, sum ivast í, at vit fara at minnast 2020 í rættiliga langa tíð framyvir.

Tá árið byrjaði, væntaðu tey flestu helst bara, at vit framhaldandi skuldu koyra við fullari ferð, og soleiðis byrjaði tað eisini.

Gamaní hoyrdu vit tíðliga søgur um ein virus, sum gjørdi nógv um seg í Kina. Men hóast hann ljóðaði at vera rættiliga herskin at hava við at gera, so mundu tað kortini vera tey fæstu, og kanska tey mest svartskygdu, sum væntaðu, at vit skuldu fara at merkja nakað til virusið.

Fleiri serfrøðingar, ikki bara í Føroyum, men eisini í okkara grannalondum, hildu ikki at nakar vandi var, og teir høvdu søguna við sær. Fleiri ferðir áður hava vit sæð nýggjar smittuvandar, og onkur teirra hevur eisini gjørt landgongd her, men eingin teirra hevur fingið fótafestið.

Tí var í grundini einki at siga til, at serfrøðingarnir væntaðu – og kanska eisini vónaðu – at tað heldur ikki fór at henda hesaferð.

Men tað gjørdi tað so, og restin er í grundini søga.

Tað er høvuðsorsøkin til, at hetta summarið fer í søguna, ikki bara sum eitt løgið summar, men sum eitt sera løgið summar. Í veruleikanum følist tað sum hava vit slett ikki havt nakað summar yvirhøvur, tí áðrenn vit vendu okkum, var tað farið at ganga ímóti stytsta degi aftur.

Men várið var ikki byrjað, tá fólk, ella øll sum kundu, fingu eina áheitan um at fara til hús at arbeiða, fyri at minka um smittuvandan. Og vit aktaðu.

Tað gjørdu vit eisini, tá myndugleikarnir søgdu, at vit skuldu lata vera við at fara í føðingardag, í brúdleyp, í kirkju ella á møti, til ítrótt ella til nakað sum helst hesa tíðina meðan smittuvandin var í hæddini. Ja, sjálvt jarðarferðirnar, sum her á landi ofta fylla øgiliga nógv, hava verið nakað heilt fyri seg í ár.

Hetta hevur havt við sær, at landið hevur sæð heilt øðrvísi út enn tað hevur gjørt tey seinastu nógvu árini, ikki bara tí ferðafólkini ikki hava verið her. Men tí eingin yvirhøvur var úti. Ella øgiliga fá ið hvussu er.

Skúlarnir vóru eisini tómir, tí foreldrini fingu boð um at halda børnini heima, so vit kundu verja okkum móti óbodna gestinum, og tá flogvøllurin og havnirnar stongdu, var greitt, at vit á tí økinum heilt bókstaviliga máttu halda okkum heima í ár.

Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tí tá gerandisdagurin so smátt byrjaði at koma í rættlag aftur, so funnið vit útav, at vit ístaðin fyri at fara uttanlands kundu ferðast í egnum landi.

Og sjálvt um vit verri enn so eru komin heilt uppaftur í ferð, so eru vit so smátt byrjað aftur at renna. Onkur rennur á arbeiðsplássinum, onkur rennur eftir bólti, onkur rennur undan og onkur bara rennur…

Meðan vit bíða eftir øðrum umfari. Vit vita, at tað fer at koma, men vit vita bara ikki nær. Vit vita heldur ikki, hvussu hart tað tá fer at raka okkum, og beint nú er heldur ikki neyðugt at hugsa tann vegin. Tí tað kemur tá tað kemur.

Og tá fáa vit enn eina orsøk til at minnast til hetta løgna summarið, ella løgna árið, har einki var sum tað plagdi.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður