Kjak

Klumman: Elinborg Lützen og Astrid Lindgren

2019-10-04 13:25 Author image
Karin Kjølbro

Mikil hátíðardagur var í Klaksvík hin 24. september í ár, tá standmyndin av listakvinnuni Elinborg Lützen varð avdúkað beint omanfyri barnaheim hennara, har kommunan hevði gjørt eina sera vakra lund. Stór mannfjøld var komin at fagna Elinborg.

Meðan bróðirdóttirin Brynhild Danielsen helt avdúkingarrøðuna, leitaði ein smádrongur – kanska trý ára gamal – sær yvir til óvanliga væleydnaða listaverkið. Hon tóktist so livandi, har hon sat, at hann gjørdi ikki mætari enn at krúpa upp á fangið á henni, vendi sær móti henni, kannaði og kíndi henni um ennið og um eyguni. Mátti líkasum vita, um hon var livandi. Tað kundi ikki verið hepnari, enn at tað var eitt smábarn, sum fyrst slapp at nema við hana.

Umframt tað, at alt við sjálvari standmyndini var glæsiligt, so var tað eisini tað heilt originala, at Hans Pauli Olsen myndahøggari harumframt hevði felt vælkend listaverk hjá Elinborg í grótfláirnar, sum hon situr á. Har kundi tú millum annað síggja Mariu Marollu ovast og síðani landslags- og ævintýrmyndir hennara.

Hugtakandi var eisini, at stórt tal av virkjum í Klaksvík høvdu verið saman um hesa stórfingnu gávu til býin. Og ikki var tað sørt, at fólk fegnaðust um, at býnum untist at ognast fyrstu standmynd av navnnevndari kvinnu. Ikki skal vera ósagt, at Norðoya Sparikassi, sum sama dag fylti 100 ár, hevur gingið undan sum fíggjari av hesi stóru listaligu verkætlan. Ivaleyst hava tey eisini gingið undan við at ódeyðiliggera kópakonuna í Mikladali, sum hevur verið partur av Klaksvíkar kommunu síðani 2005.

Tá eg sá smádrongin í Klaksvík, kom eg at hugsa um standmyndina av heimsgitnu skaldakonuni Astrid Lindgren (1907-2002) á torginum í Vimmerby, føðibygd hennara í Svøríki. Har eru tveir veggir, ið mynda eitt horn av einum rúmi, og ímillum hurðina og vindeygað situr Astrid við eina skrivimaskinu. Hinumegin borðið beint yvirav henni stendur ein tómur stólur. Eg síggi tað sum, at hann er ætlaður at seta seg á til tess at lurta eftir Astrid, meðan hon sigur frá Pippi ella Emil frá Lønnebergi.

Men tað, sum hendir í veruleikanum, er tað sama, sum hendi í Klaksvík hin 24. september. Børnini fara og taka um hálsin á henni ella ota seg inn at henni. Haldi, at Elinborg og Astrid sóu børnini, tí barnið livdi í teimum sjálvum alt lívið. Tí hildu tær fram við at duga at samskifta við børnini. – Og takkað verði sera dugnaligum myndahøggarum, er henda barnasálin eisini at finna í standmyndunum av teimum í Vimmerby og í Klaksvík.   

Astrid Lindgren hevði eisini aðrar avbjóðingar í lívi sínum enn tað at verða sett til at rinda 102 prosent í skatti av inntøku síni. Hon doyði í januar 2002; men longu í 1988 hevði hon tosað við ein prest um jarðarferð sína. Hon fór fram hin 8. mars á altjóða kvinnustríðsdegnum. Hugsi, at henda seinasta heilsa hennara hevur verið ætlað at geva heimsins kvinnum eina vón.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður