Kjak

Klumman: Er okkara veðurlag so viðbrekið?

2019-10-25 09:34 Author image
Poulina Slættanes

Mangan verður tikið til, at ongastaðni hava veðurgudarnir betri rásarúm enn á føroyaleiðini. Vit hava passaliga heitt oyggjaveðurlag, sum er treytað av, hvussu langt vit liggja frá ekvator. Føroyar liggja eisini so langt frá stórum landaøkjum og beint har, sum Atlantshavið og Norðhavið raka við hvørt annað. Har ímillum ferðast lágtrýstini. Fáastaðni á jørðini er veðrið soleiðis, tí her skiftir í heilum. Tað sigst, at vit hava lýggjari veðurlag enn nakra aðrastaðni á somu breiddarstigum. Tað góðskriva vit Golfstreyminum.

Hetta nevnda er nakað fyri ævintýrkendar útlendingar, ið tíðum vitja. Teir vilja helst uppliva allar árstíðir, tá teir ferðast her, tí tað hava teir hoyrt og lisið um. Ikki so sjáldan lukkast tað teimum at ganga her í tjúkkum mjørka, sólskini, stormi og vátakava ein og sama dag. Hetta eru tær upplivingar, nógv fara eftir. Væl útgjørd fáa teir fulla úrtøku fyri sítt ferðingarfýsni.

Synd at siga, at føroyingar eru so fegnir um tær skiftandi veðurforsagnirnar, vit fáa árið runt. Ávaringarlúðrar hava ljóðað í longri tíð, at veðurlagsbroytingarnar eru álvarsligari, enn vit hava givið okkum far um. Granskarar og sakkøn eru ikki á einum máli, um hetta hendir av menniskjaávum, ella um vit altíð hava havt veðurlagskreppur. Eitt samanfall av báðum kanska.

Í heyst hava verið, sum so mangan, allar árstíðir, – lýveður, kolandi stormur, kjaftsvartur mjørki og óstøðugur vátakavi. Tað er sum um, at alt hetta eru forðingar í okkara árligu fyrireikingum til so mangt. Ja, í stillasta veðri kunnu bæði kappróður og fótbóltur vera fyri vanbýti, tí ikki sæst fram um klyvaran. Og hinvegin, hava vit kolandi storm, so ber heldur ikki til, sjálvandi ikki. So tað ræður um at raka dagin, og tá er altíð talan um eitt ávíst hepni.

Ferðafólkini koma og fara. Nøkur hava fingið tær upplivingar, tey komu eftir, og hjá øðrum hilnaðist ikki eftir ætlan. Føroyingar sjálvir hava hesar avbjóðingar dagliga, til og frá arbeiði, á sjógvi og landi. Kunnu ikki koma uttanum virknu ítróttarfeløgini, ið eru sera nógv tengd av ferðing við børnum í skúlaaldri, sum kappast oyggjanna millum. Har tað er koyrandi, er smidligari, enn tá siglast skal. Men í hvørjari vælferð eru ampar. 

Vit hava tvørleikar av gomlu og illa slitnu strandfaraskipunum. Flaggskipið, tann snøggi Smyril, skal til árligt eftirlit í útlandinum, og fyri hann er ringt at finna avloysara. Tað má farast heilt suður í Evropa at finna eitt boð. Tað verður ongantíð ein nóg góð loysn. Tað er ikki sum at siga tað at sigla við teirra skipum í Norðuratlantshavi.

Í 1963 fingu klaksvíkingar nýggja og stásiliga kirkju. Fylgið var stórt, ið kom úr Danmark til vígsluna, – Fríðrikur kongur við døtrunum og ráðharrar úr fólkatinginum. Havi hoyrt sagt, hóast eg ikki minnist tað, at Jóhan Nielsen á prædikustólinum segði vígsludagin, at danski kirkjumálaráðharrin, Bodil Koch, ið komin var til hátíðarhaldið, hevði mint hann á, at hann hevði fortalt um umskiftiliga veðrið í Føroyum á fólkatingi. Nú ráðharrin steðgaði eina viku, vildi hon vita, um hetta passaði. Sóknarpresturin sigur í kirkjuni vígsludagin, at hann hevði bønað og biðið til Jesupápa, at Bodil Koch upplivdi tað. Og tað eydnaðist, – hon fekk at sanna, at eg hevði sagt satt. Hon upplivdi allar árstíðirnar ta vikuna, hon var her. “Den var god nok, pastor Nielsen”.

Stórum natúrkatastrofum sleppa vit undan á 62 stigum norð. Tað kunnu vit í allar mátar vera takksom fyri. Ikki hissini, sum skjálvtar, gos, flóðaldur og skógareldar leggja stórar partar av londum í oyði við stórum mannfalli.  Tá kunnu vit bara vera takksom fyri okkara viðbrekna veðurlag, ið vit altíð kunnu rigga okkum til við – við plan a og b.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður