Kjak

Klumman: Glæsiliga lestrar- og læruháborgin

2020-02-20 20:13 Author image
Poulina Slættanes

Tá tankin tók seg upp at byggja ein nýggjan felagsskúlabygning fyri mið- og yrkisnám í Havn, vóru tað mong, ið høvdu ymiskan hugburð og tilráðingar til projektið. Bar tað til at savna so mong við so ymiskum læru- og lestrartørvi og fortreytum undir sama taki? Einki nær námind hesum var roynt her fyrr, men aðrastaðni við misjavnari úrtøku. Hetta var í 2015 og átrokandi at fara í gongd við, tí hølisviðurskiftini vóru ikki góð. Samtakið av skúlum umfataði studenta- og HF-skeið, Handilsskúla og Tekniska skúla. Um somu tíð varð farið undir Musikkskúlan og stóra kommunala skúlan á Fløtum. So talan var um eina krav- og kostnaðarmikla skúlaverkætlan. Í dag má viðgangast, at skúlabyggingin var ótolandi og ørvitiskend, tí einki gekk eftir vild. Eingin vildi ganga frá sínum. Har vóru seinkingar, roknivillur, ákærur og vantandi eftirlit og eingin pengajáttan helt. Vit minnast tómt tos, ábreiðslur og sársaka.

Men endiliga varð sagt endiliga – skúlin var klárur at fara í gongd. Óført.

Aftur til kjakið, um tað var skilagott at húsa trimum so ymiskum lestrarløgum undir sama taki úti í Marknagili. Ber tað til at samansjóða tey, ið miða eftir hægri og tíðarkrevjandi útbúgving og tí handils- og handverkligu?

Oljudeymur og lakkguva frá bilmekanikaraverkstaðnum stendur ramligur í nasagluggunum á teimum, sum terpa lógir og franskar bendingar. Úr hárfríðkanarhøllini kennist heitur blandingsangi av blómum og vári. Herligt. Tað skal og eigur at bera til í hesum javnstøðutíðum. Vit vilja so fegin, at eingin munur skal vera, og at øll skulu hava somu atgongd til tey ymisku tilboðini. Nú ganga tey so inn og út um somu dyr.

Nú í vetur hevur samstarvið millum handilsskúla, studenta- og HF skeið og teknisku linjuna staðið sína roynd. Nú bragdaði so ordiliga við sangleiki. Cabaret var einastandandi, ja, bjútifult, sum skemtiligi borðfútin á matstovuni tók til. Samstarv hevur annars mangan skortað í okkara alfagra landi.

Tað riggaði so ónatúrliga væl hesum hugagóðu eldsálunum í samtakinum á Glasi og tónleikanæmingunum í grannalagnum at sannføra okkum um flott samstarv við sangi og spæli. Kulissurnar á Glasi hóskaðu so væl. Har skuldi sum so einki forarbeiði til. Til vinstru flotta orkestrið við fílarum, floytum og fagott. Til høgru vertshúsið við dansigentum og frammiligum, tíðindafróum gestum. Sangurin var berandi við djúpum og meiningsfullum ørindum um tíðina, fólkini vórðu partar av. Stúran og ótti lúrdu, um eitt hóttafall einaferð aftrat skuldi taka tey av bóli. Hetta er í Týsklandi, og politiska stevnan hjá Hitler breiðir seg ógvisliga um alt landið. So tað er ikki annað at gera enn at dansa, syngja, spæla og gloyma og fáa sum frægast burtur úr. Bara lata standa til og lata moralin pakka saman. Tí enn er alt so sorgleyst.

Sniðfundigu frisýrurnar – sum tiknar úr filmi og  søgubókum frá 30-unum, so beinraknar, at ein undraðist, hvussu vandaliga teir dúgligu frisørnæmingarnir á Glasi høvdu lagt hvønn nakka og enni til rættis. Lívligu dansigenturnar vóru klæddar og greiddar av handverklinjuni. Dansur og stev so presist og sonn disciplin. Sangljómurin vellandi og sannførandi. Seymistova og hárfríðkanarkvinnur hava so avgjørt havt eitt arbeiðssamt toymi, tí spæl og leikur rakti so væl søguligu tíðina, har eingi mørk ráddu fyri kurlum, blondum, morali og musikki.

Tónleikainnsløgini lyftu seg uppfrá í hvørjari framløgu og settu sín dám heilt upp undir súlubetongið í hesum stórbæra skála við óteljandi møguleikum. Týsku tónleikaherðingarnar vóru so framúr, tá tær vóru “gøtutýskast”. Væl endurgjørda dansimatstovan, har allur levnaðurin fer fram og flytir okkum inn í ein heilt annan heim, var sera snildislig. Í baksýni teir stóru roykkendu rútarnir, har ein lýsandi høvuðsstaður við sínum ljósglæmum fekk tankarnar heilt suður til hesi kátu fólkini á týska meginlandinum. Áðrenn ávaringarlúðrarnir fóru at gera vart við ørvitisskapin hjá Hitler.

Framúr gott. Dacapo.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður