Kjak

Klumman: Tað kundi verið so gott

2019-11-01 10:40 Author image
Karin Kjølbro

Í Tórshavnar kommunu eru ymisk tilboð til fólk eldri enn 67, eitt nú Open Gym, ið hevur til endamáls at menna, halda við líka ella endurvinna mest møguliga rørslu og virkni, og harvið stuðla undir kjarnuuppgávuna hjá Heilsu- og umsorgartænastuni, sum er at eggja borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið. Soleiðis orðar kommunan tilboðið. Starvsfólk frá fysioterapeuttoyminum standa fyri venjingunum, so øll kunnu kenna seg trygg og koma væl í gongd við at venja.

Harumframt hava vit í mong ár havt atgongd til so mangt annað, sum øll kunnu brúka. Og nú vil kommunan fegin hava fólk til at siga sína hugsan um súkkling í Havn. Takk fyri tað. Tað vardi meg ei, tá eitt nú rennibreytin kom, at tú nú noyðist at leita tær hagar, um tú ekkaleyst skalt brúka apostlarnar. Bilarnir eru nú so nógvir, at súkklurnar eru troðkaðar av vegnum og upp á gongubreytirnar, har nú er vorðið ótrygt hjá gongufólki.

Óhugaligt er at vísa á nakað, ið kann uppfatast sum grenj, men fyri stuttum var mær gangandi millum Havnina og Argir. Knappliga kemur ein ljóðleys súkkla flúgvandi aftanífrá. Ongin ringjan við klokku ella fráboðan við orðum um yvirháling. Tað var um reppið, at eg var yvirkoyrd. Fekk ikki orð á súkklandi unglingin, ið var horvin í somu løtu.  Mær er sagt, at tað er ikki loyvt at súkkla á gongubreytini, men neyvan ynskir nakar, at til dømis børn skulu ferðast á súkklu millum bilarnar. Latum okkum vóna, at elrennihjólini ongatíð verða loyvd í Føroyum. Koma tey, so verða eisini tey noydd uppá gongubreytina.

Hagfrøðiliga sær ferðslustøðan sámulig út sammett við fyrr. Í fjør doyði ongin í ferðsluni og higartil í ár hevur eitt fólk latið lív í ferðsluni. Haldi meg minnast eitt árið í fýrsunum, at 14 fólk lótu lív í ferðsluni. Men so er hin spurningurin: hvussu mong eru løstað og hava mist førleika og lívsdygd í ferðsluni? Hóast vit eru ósamd um so mangt, so eru flest øll samd um, at vanlukkur, vantrivaður og sjúkur skulu fyribyrgjast, men fyribyrging kemur ikki av sær sjálvum, og nú komi eg til ta vanlukku, sum hevur ørkymlað í seinastuni, og sum kundi verið fyribyrgd.

Tað snýr seg um venjingarmiðstøðina, har fólkini eldri enn 67 hava tilboðið Open Gym. Har, eins og aðrastaðir, er høvi at fara undir brúsu aftaná. Mong velja tó baðið frá, tí gólvið sær hált út, og harumframt er onki at halda í, meðan tú vaskar tær. 31. juli í ár hendi tað, at granni okkara glíður og dettur undir brúsuni. Hann var einsamallur. Ein brúkari kom umsíðir og hjálpti honum í klæði og ringdi eftir sjúkrabili. Hann var innlagdur við brotnum lærhálsi. Eftir skurðviðgerð og uppvenjng á Landssjúkrahúsinum, fór hann inn á venjingarmiðstøðina at siga frá støðuni. Nei, tey vistu onki um hendingina. Sum hann hevur skilt, so hava brúkarar kunnað Býráðið um vanlukkuna og um hála gólvið. Í skrivandi stund 23. oktober eru tó ongar broytingar framdar í brúsirúminum.

Granni okkara, sum var sera virkin og vakin, tá hann breyt lærhálsin á venjingarmiðstøðini, gongur nú við høkju. Endurgjald fyri mista heilsu, tort og sviða hevur hann ikki fingið tilboð um. Ágrýtin, sum hann er, venur hann nú tríggjar ferðir um vikuna. Vónandi verður hann aftur fult gonguførur og uttan gikt omaná.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður