Mentan

Koltrolarin Skálaberg TN 20

2019-07-26 12:34 Author image
Óli Olsen

Síðan 1905 høvdu menn roynt at fáa føroyska trolaravinnu at bera seg, men illa hevði gingist. Allar royndir steðgaðu aftur fyrr ella seinni. Men við Skálabergi fingust endarnir at røkka saman, hóast stóra yvirskotið ikki fekst fyrr enn í seinna krígnum, tá ið teir fóru at ísa fiskin niður í lastina og sigla á bretska marknaðin.

8. desember 1933 keyptu Christian Holm Jacobsen og Kjølbro trolaran Lord Shaftesbury úr Grimsby og nevndu hann Skálaberg. Hann var smíðaður í 1913 í Selby, Bretlandi, var 283 tons brutto og hevði 430 hesta guvumaskinu. Skálaberg, ið tók smá 150 tons av saltfiski, var skrásettur í Havn, men reiddur út í Klaksvík.

Jógvan Joensen úr Innistovu í Vestmanna førdi Skálaberg fyrsta árið ella so. Hann hevði royndir sínar frá bretskum trolarum og var undangongumaður, nú farið varð at leggja haldgott støði undir føroyskan trolfiskiskap.

Í 1939 fór Kaj Johannesen – Kaj hjá Mortani í Hvannasundi – at føra Skálaberg. Hann hevði ikki ført trolara áður. Teir fóru á Suðurlandið til saltfisk, men Kaj varð sjúkur og mátti í land í Oyggjunum. Mortan í Hvannasundi, sum var dekkari, var skipari túrin at enda og næsta suðurlandstúrin við. Kaj kom so umborð aftur. Farið varð eystureftir, og alt fyri eitt komu evnini sum trolaraskipari í ljósmála.

4. september 1939 fingu Skálaberg og Næraberg hjá Kjølbro boð um at koma heim, tí at heimskríggið var brostið á. Trolararnir báðir fylgdust heim og komu á Klaksvík 9. september. Teir fóru so avstað aftur, men nú á ísfiskaveiðu. Kaj Johannesen førdi hereftir Næraberg og faðirin, Mortan, Skálaberg.

Skálaberg, ið royndist drúgvur, varð 20. august 1951 seldur J.C. Peacock í Glasgow til upphøggingar. Hann varð strikaður úr skipaskránni tríggjar dagar seinni.

Sóknast eftir myndum

Nú arbeitt verður við bók um føroyskar síðutrolarar – handritið er skrivað – hevði komið væl við at frætta frá fólki, sum vita um gamlar skipamyndir. Okkum vanta eitt nú myndir av hesum trolarum:

Atlanta TN 224 (í flotanum 1907-09).

Dannebrog TG 435 (í flotanum 1908-11).

Eirikur TN 1 (í flotanum 1916-22).

Tofta Regin TG 784 (í flotanum 1946-51).

Heini Havreki SA 100 (Gullsøki VN 336).

Havstein VA 16 (í flotanum 1947-55).

Miðafelli FD 69 (í flotanum 1947-51).

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður