Kjak

Lítið yvir Føroyaland

2020-05-22 15:45 Author image
Poulina Slættanes

Ferðist í okkara alføgru oyggjum í summar! Gevið heimligu ferðmálunum ans, tí næsta ár er friðurin úti! Njótið hetta summarið heima.

Vit skulu styrkja okkara egnu ferðavinnu. Tað er tíð uppá, at tær meinigu føroysku familjurnar fara at ferðast í Føroyum. Ofta hevur verið sagt, at føroyingar eru øgiliga ansaligir, tá gjaldast skal við heimligan handilsdisk, meðan eingi mørk eru, tá teir ferðast úti í heimi. Haldi tað passar. Einki í vegin at gjalda gylt fyri týskar klumpar, franska sós og annan vavstur. Gott, um tær væl etableraðu ferðavinnurnar og tær nýstovnaðu koma við eini alternativari feriuloysn til føroysku fjøldina. Viss í, at tað hevði kastað av sær báðar vegir. Ferðavinnan er ment nógv, - áhugin er stórur at skipa fyri tiltøkum, og bygdirnir leggja doyin á bæði at lýsa sína oyggj og sókn. Oyggjarnar skulu spenna seg út við søgum, sagnum og heimavirki. Tað trýtur ikki við góðum hugskotum kring landið, nú festivalar, summartiltøk, legur og ættarstevnur eru í eini bíðistøðu. Føroyingar hava, um nakar, lært av forðingum og dugað at laga seg við alternativum, tá á hevur staðið. Eisini hetta undantaksár uttan at grenja og gronast.

So eingin ferðing í summar til tey fjarskotnu ferðamálini, ið hava freistað við ørandi suðurhavsstjørnum og spanskari sólorku. Sólorka bjóðar av í Føroyum í summar. Forkunnugt. Vit varnast virussin, ið øll verðin stríðist við. Tað er so sjálvsagt, at vit stuðla og styrkja okkara heimligu útboð. Nú skulu føroyingar sleppa at royna nýggj hotell, ið stóðu búgvin0 at taka ímóti útlendingum. Vit skulu royna forkunnugar matstovur og flúgva í tyrlu kring oyggjarnar. At leiga ódýrar bilar er lagamanni, tí einki fremmandafólk kemur í bræði. Nýggjar kaféir og lokal bygdasøvn hava latið upp, so nú er bara at taka av og bjóða landsmonnum til býggjar. Jú, í ár stendur ikki á við góðum feriuhugskotum kring landið.

Tá tilráðingarnar komu at ferðast í tí heimliga, rann fram fyri meg hin langa geografiska yrkingin hjá Hans Andrias Djurhuus. Yrkingin, hann kallar Føroyar, sum er heili 29 ørindi. Hann lutar føroyakortið í trý, - norður, mið- og suðurøkið. Vandaliga fer hann um søgu, landalæra og natúru. Fínar lýsingar og so avgjørt verd at fara ígjøgnum. Skjótt 100 ára gamla yrkingi stendur í fyrsta bindi av Varðanum, ið seinni varð stytt til 10 ørindi. Har er tað, Hans Andrias lýsir Nólsoynna kúlubøkuta. Tá var hann giftur við Juttu Ziska, ið doyði frá honum í 1923. Tá Hans Andrias tvey ár seinni giftist við nólsoyargentuni Petru, gekk tað ikki at kalla føðioyggj hennara kúlubøkuta. Hann broytti  tær tvær seinastu reglurnar til:

stendur stinn – so long og mjá,

verjir fyri Havnar vág.

So var Petra glað. Nólsoy var ikki kúlut men eitt verndarvirki hjá høvuðsstaðnum. Vit kenna best sangin best sum “Lítið yvir Føroyaland”.

Fitt er søgan, tá Danmarks radio einaferð í fimmtiárunum var rundferð í Føroyum. Donsku tíðindafólkini ferðaðust kring oyggjarnar og prátaðu við fólk í vinnulívinum, heimavirkjum og mentunarstovnum. Teir eru so inni á Forngripasavninum í Havn og fáa orðið á eldri konu, ið sat í móttøkuni. Tign var yvir løtuni. Útvarpsmaðurin tosar við ta gomlu um eitt betri ferðasamband millum norðurlond. Tað skuldi verið so lagamanni. Hin gamla helt eitt sindur aftur, ikki so altrá sum danski spyrjarin. Hann sigur nú við hana: “Har De så ikke været i Danmark og set vores nationale seværdigheder?” Tað hevði hon ikki, tí hon ongantíð hevði verið av landinum. Fyri at sleppa undan uttanumtosi og forvitna dananum skundaði hon sær at siga: “Nej, men jeg har en søster, der har været i Norge”. So kom ikki her...

Pól F hevði ongantíð verið sunnanfyri Munkafles. Heima yrkti og “perlaði” hann sínar vøkru fosturlandsangir og yrkingar um Føroya føgru fljóð.

Takið bara føroyakortið fram.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður