Heimatíðindi

Longu komnar 22 umsóknir til ólavsøkustuðul

2020-07-03 13:40 Author image
Katrin Johannessen

Síðan týsdagin 30. juni hevur verið møguligt at søkt um stuðul til halda ólavsøku í grannaløgum kring Tórshavnar kommunu. Í skrivandi stund eru komnar 22 umsóknir. Grannaløgini, ið hava søkt liggja víða um í Tórshavnar kommunu og fevna millum annað um grannaløg á Argjum, Norðasta Horn og Hvítanes. 

Freistin at søkja um stuðul er 12 juli.

-Beint eftir freistina fara vit í holt við at hyggja at umsóknunum. Tað veldst um hvussu nógvar umsóknir vit fáa, nær fólk fáa at vita, um teirra umsókn fær játtað stuðul. Men vit vóna at verða liðug at viðgera umsóknirnar innan tveir dagar. Fólk skulu jú hava tíð til at skipa fyri, sigur Eva Bennicke, ið er samskipari hjá Tórshavnar kommunu. 

Einki hámark er sum so, hvussu nógv grannaløg kunnu fáa stuðul. 

-Men tað er bert møguligt fyri hvørt grannalag at fáa stuðul eina ferð. Um summi liggja ov tætt, so verða tey eisini møguliga biðin um at leggja haldini saman, sigur Eva Bennicke

Til ber at søkja um stuðul á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður