Heimatíðindi

Mismunur ávirkar sálarheilsu

2020-07-26 14:47 Author image
Katrin Johannessen

Verða løgd undir at skapa trupulleikan tá vit seta orð á hann
Mary C. Namagambe hevur verið virkin í stríðnum og almenna kjakinum ímóti rasismu í eina tíð. Hon vísir á, at ímyndin av Danmark, sum eitt serstakliga siðiligt land, ávirkar núverandi kjakið. Hon kennir tað, sum at tey svørtu fólkinum í Danmark allatíð skulu prógva at rasisma yvirhøvur finst.

-Nógv fólk í Danmark halda til, at tey eru litblind, tá tað kemur til húðarlitin hjá menniskjum. Um tað er vælmeint, so hjálpur tað ikki uppá núverandi støðuna. Tað hevur við sær at upplivilsini hjá svørtum av mismuni verða noktað. Tú viðurkenning heldur ikki allan persónin, um tú ikki viðurkennir teirra húðarlit, og tær upplivingarnar, sum hartil hoyra. 

Hon vísir eisini á, at svørt fólk ofta verða gloymd í miðlum.

-Tá eg las bløð, sum Vi Unge, vóru aldrin myndir av svørtum gentum. Idealið var eitt annað og eg kundi aldrin liva upp til tað. Eg kendi meg øðrvísi og sum eingin hugsaði um, at eg yvirhøvur var til. Eg kendi meg ikki týdningarmikla. Eg var enn einaferð lægri í hierarkinum, sigur Mary C. Namagambe, ið talar í dag kl 15 til tiltakið MARY C. NAMAGAMBE: TANN ÓHØGLIGA SAMRØÐAN í samband við FIMFF. 

Umboðan er umráðandi
Høgni Miné, ið er sálarfrøðingur vísir á, at ein fjølbroytt umboðan av øllum samfelagsbólkum kann hava fleiri fyrimunir. Eitt nú gerast minnilutar meiri sjónligir, sum síðani ger, at almenningurin gersts meiri tilvitaður um minnilutar og ymiskleika. 

-Hetta kann møguliga vera við til at minka um stigmatisering og mismun. Harafturat kann tað vera týdningarmikið fyri sjálvsfatanina, og møguliga eisini fyri sálarligu heilsuna, hjá tí einstaka at síggja seg umboðaðan í ymiskum høpi - kanska serliga fyri ung fólk, ið skulu menna sín samleika, sigur hann.

Trupulleikin við manglandi umboðan kemur eisini til sjóndar í almenna kjakinum, har svørt fólk missa rættin at vera við at allýsa trupulleikan við rasismu.

-Miðlarnir hava vent sær til teir hvítu danirnir og spurt um rasisma finst í Danmark. Ein tílíkan spurning høvdu teir ikki spurt innan onnur virðiskjak. Tað hevði verið hol í høvdið í samband við Me Too kjakið at fari út og spurt um neyðtøkur henda, sigur Mary C Namagambe.

-Vit verða ofta løgd undir at skapa trupulleikan, tá vit seta orð á hann. Fólk siga við meg, at eg síggi rasismu í øllum. Men eg átali bara ein trupulleika, sum vit svørtu longu hava merkt í langa tíð, sigur Mary C. Namagambe.

Mismunur ávirkar sálarheilsu
Hesin trupulleikin kemur til sjóndar á nógvar ymiskar háttir í teirra lívið, bæði beinleiðis og óbeinleiðis.

- Við smáum viðmerkingum og skemti verða vit mint á, at vit eru longri niðri í hierarkinum. Tað kemur so eisini til sjóndar millum annað við at vit verða noktað atgongd til dansistøð, fremmand fólk vilja ikki sita viðsíðunar av okkum, fólk kalla okkum nekarar og biðja okkum fara aftur haðani vit eru komin, sigur Mary C. Namagambe.

Tílíkar upplivingar kunnu vera við til at ávirka sálarheilsuna hjá teimum fólkunum, ið standa fyri skoti.

-Í høvuðsheitum vísir granskingin á økinum, at menniskju, ið eru fyri mismuni, eru í størri vanda fyri at hava verri sálarliga heilsu enn almenningurin. Hetta er eitt nú galdandi fyri fólk, ið eru fyri mismuni vegna húðarlit, átrúnað, seksualitet ella kyn, sigur Høgni Miné.

-Treytað av, hvørjum slagi av mismuni, talan er um, og hvussu harðrendur mismunurin er, kunnu sálarligu avleiðingarnar vera ymiskar. Til dømis kann munur vera á at uppliva niðrandi róp og fysiskan harðskap. Harafturat kunnu sálarligu avleiðingarnar vera ymiskar, treytað av, hvørt mismunurin er ein einstøk hending ella fleiri hendingar, sum rúgvast upp.

-Nøkur, sum eru fyri mismuni, kunnu uppliva einsemi, dapurleika, verri sjálvsálit ella fleiri stúranir enn vant. Onnur kunnu uppliva verri avleiðingar, ið kunnu krevja sálarfrøðiliga viðgerð, til dømis tunglyndi, angist ella PTSD, sigur hann.

Skemt
Mary C. Namagambe vísir á at skemt kann vera við at minna svørt fólk á teirra pláss lægri í hierarkinum. 

-Summi svørt fólk spæla bara við uppá slíkar vittigheitir. Ikki tí tey halda tað vera stuttligt. Men tí tað er so torført einsamallur at tala at, sigur hon.

Skemt kann vera eitt tvíeggjað svørð. Tí granskingin á økinum bendir á, at skemt kann vera við til at skilja okkum sundur ella knýta okkum saman, vísir Høgni Miné á. 

-Skemt kann eitt nú viðlíkahalda fordómar um ávísar samfelagsbólkar ella vera eitt beinleiðis álop. Samstundis kann látur knýta bond millum menniskju, fremja samanhald og lætta prátið um viðkvom evni, sigur hann.

Hann vísir eisini á, at ávirkanin av skemtinum ofta er treytað av avsendaranum, móttakaranum, sambandinum teirra millum og umstøðunum. 

-Um ein ivast í, hvørt okkurt skemt er óneyðugt ella særandi, kann mann spyrja seg fyri hjá vinum ella familju, ella, um ein hevur dirvi til tað, spyrja ein persón, ið hoyrir til samfelagsbólkin, ið skemti snýr seg um, ráðir hann til.

Hvat kunnu vit gera betri?
Nógv fólk munnu vera í gjarna vilja gera nakað við trupulleikan, men stríðast við at finna útav, hvat tey kunnu gera betri.

-Tað eru helst fleiri svar uppá hendan spurningin. Eitt uppskot frá einum sálarfrøðiligum sjónarhorni er, at vit sannkenna, at vit øll, bæði sum samfelag og einstaklingar, hava ábyrgd fyri at berja niður mismun mótvegis ymiskum samfelagsbólkum, sigur Høgni Miné.

Mary C. Namagambe heldur tað vera keðiligt, at tað ofta eru tey svørtu sjálvi, sum noyðast at taka tær samrøðurnar. Tað hevði verið betri, um onnur fólk høvdu gjørt meir við at tala at í støðum, har svørt eru fyri mismuni ella rasistiskum viðmerkingum.

-Eini ráð kundu sostatt verið, at mann byrjar við at taka ábyrgd. Eitt nú kann mann taka í egnan barm og kanna, um mann sjálvur er við til at viðlíkahalda ella fremja mismun. Eisini kann mann seta sær fyri at átala óhøskandi atburð, til dømis rasismu, í almenna rúminum, sigur Høgni Miné.

-Harafturat kundi eini ráð verið at royna at vera tolin við teimum, sum eru minni tollynt, hóast tað kann vera torført. Mann skal átala mismun, men tað loysir seg sjáldan at skamma fólk út. Gransking í skomm bendir á, at tað at skamma onnur ikki er ein úrslitagóður háttur at fremja tollyndi og inklusjón. Heldur skal mann halda fram at viðfara minni tollynt fólk við tí virðingini, tey ikki vísa tær aftur, upplýsa og eggja til at taka ábyrgd, sigur hann.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður