Uttanlands

Múrurin fall av óvart

Úr báðum ættum tysjaðu fólk í milliónatali til Múrin, tá tað 9. november 1989 bleiv sagt, at tey nú høvdu frítt at fara millum Eystur- og Vesturberlin. Hetta kvøldið fyri 30 árum síðani fall Berlinmúrurin, sum hevði verið sterkasta ímyndin av Kalda Krígnum og uppbýtingini av Evropa (Mynd: EPA/STR)

Úr báðum ættum tysjaðu fólk í milliónatali til Múrin, tá tað 9. november 1989 bleiv sagt, at tey nú høvdu frítt at fara millum Eystur- og Vesturberlin. Hetta kvøldið fyri 30 árum síðani fall Berlinmúrurin, sum hevði verið sterkasta ímyndin av Kalda Krígnum og uppbýtingini av Evropa (Mynd: EPA/STR)

2019-11-08 10:45 Author image
Emil Jacobsen

(Í sambandi við, at tað leygardagin 9. november eru liðin 30 ár, síðani Berlin-múrurin fall, endurprenta vit hesa greinina, sum stóð í Dimmalætting fyri fimm árum síðani)


Klokkan gongur til sjey hóskvøldið 9. november 1989. Günter Schabowski er ørkymlaður. Framman fyri honum standa bilsnir journalistar, sum spentir spyrja, um markið millum Eystur- og Vesturtýskland, sum hevur verið stongt síðani 1961, veruliga verður latið upp beint nú.

Schabowski er undirsvøvntur og hevur ikki tamarhald á støðuni. Beint áðrenn tíðindafundurin skuldi byrja klokkan seks, fekk hann eitt skriv við dagføringum um krøvini fyri inn- og útferðarloyvi til og úr DDR og við eini viðmerking um, at tað kanska hevði verið skilagott at nevnt tað á tíðindafundinum.

[object Object]

Günter Schabowski (sitandi við borðið, næstuttast høgrumegin á myndini) á tíðindafundi 9. november 1989. Tað var á hesum tíðindafundinum, at Schabowski av óvart setti gongd á eina røð av hendingum, sum fáar tímar seinni førdi til, at Berlinmúrurin fall (Mynd: Bundesarchiv, Bild 183-1989-1109-030/Lehmann, Thomas/CC-BY-SA)

Tíðindafundurin hevur nú vart ein góðan tíma og alt er gingið friðarliga fyri seg. Schabowski hevur mestsum gloymt skrivið, hann fekk stungið í hondina beint áðrenn tíðindafundurin byrjaði. Tað líður móti endanum, tá ein journalistur knappliga spyr, hvussu tað verður við ferðing inn og út úr landinum.

Schabowski minnist nú skrivið, hann fekk, men hann hevur ikki havt stundir til at lesa skrivið nóg væl. Hann leitar gjøgnum pappírini hjá sær og lesur upp úr skrivinum. Samstundis vísir hann á, at talan er um eitt uppskot og ikki nakra lógarsamtykt, og endar ørkymlaður við at siga, at “tí... ehh... hava vit gjørt av, at... ehh... seta í gildi eina reglugerð, sum loyvir øllum borgarum í DDR at... ehh... fara... ehh... úr DDR gjøgnum allar marknastøðir.”

Brádliga fer alt upp at gartera. Segði SED-talsmaðurin veruliga, at DDR-borgarar nú hava frítt at fara úr landinum?

“Nú beinanvegin? Ella nær?” verður spurt úr salinum.

Schabowski klórar sær í nakkanum og blaðar aftur í pappírunum framman fyri sær.

“Eg fekk í dag boð um, at ein slík fráboðan varð send út fyrr í dag,” sigur hann og lesur upp úr skrivinum, at umsóknir um at ferðast uttanlands nú kunnu sendast inn uttan somu krøv sum fyrr, og at bert í serligum førum verður útferðarloyvi sýtt nøkrum.

“Nær kemur hetta í gildi?” verður spurt úr salinum, sum nú av álvara er raknaður við.

Enn eina ferð blaðar Schabowski gjøgnum pappírini og svarar: “Tað kemur í gildi, sambært mínum upplýsingum, alt fyri eitt, uttan seinkingar,” áðrenn hann enn einaferð kagar í pappírini á borðinum.

“Er hetta eisini galdandi fyri Vesturberlin? Tú nevndi bert Vesturtýskland,” spyr ein journalistur.

Schabowski yppir øksl og setir knyklar í brýr, áðrenn hann enn einaferð hyggur eftir pappírunum og lesur upp úr teimum:

“So... ehmm... Varandi útferð kann fara fram gjøgnum allar marknastøðir úr DDR til Vesturtýskland og Vesturberlin.”

[object Object]

Günter Schabowski sat í Politbüronum í DDR og var sostatt ein av hægstu monnum í landinum. Eftir at Berlinmúrurin fall, varð hann saman við øðrum settur fyri ein dómstól og ákærdur fyri morð í sambandi við tey, sum lótu lív í royndunum at flýggja um Múrin vesturum. Scabowski hevði tá, sum tann einasti í SED-flokkinum, eftir at Múrurin fall verið ógvuliga atfinningarsamur móti eysturtýsku samfelagsskipanini, og møguliga tí fekk hann ein lutfalsliga mildan dóm á trý ára fongsulsrevsing, har av hann bert sat tað eina árið (Mynd: EPA/STR)


Trýst á

Stutt seinni vísir vesturtýska sjónvarpsrásin ZDF ein part av tíðindafundinum, og klokkan átta ger ARD tað sama. Vesturtýskar sjónvarpsrásir síggjast eisini í DDR.

Á marknastøðini við Bornholmer Straße í Eysturberlin er marknavørðurin og oberstloytnanturin Harald Jäger til arbeiðis. Í vesturtýskum sjónvarpi sær hann Günter Schabowski siga, at mørkini nú eru latin upp. Jäger hevur verið marknavørður síðani 1964 og er tí royndur í starvinum. Hann hevur eingi boð fingið aðrastaðni frá um hetta og hevur ilt við at trúgva tí hann sær og hoyrir í sjónvarpinum.

Harald Jäger sigur við hinar vaktirnar, at Schabowski er ørkymlaður, og at hann ikki skal takast fyri fult. Síðani ringir hann til høvuðsstøðina í Berlin-Treptow, har hansara yvirmaður, Ziegenhorn oberstur, sigur seg vera líka so bilsnan sum Jäger. Hann fær at vita, at ongar reglur eru broyttar, og at hann og hansara menn skulu vera vápnaðir og á varðhaldi sum vant.

Skjótt tysja fólk til Bösebrücke, ið er brúgvin, sum bindur Eystur- og Vesturberlin saman við marknastøðina við Bornholmer Straße. Sama ger seg galdandi við hinar marknastøðirnar. Fólk hava sæð Schabowski í vesturtýskum sjónvarpi og vilja sleppa til Vesturberlin.

Vaktirnir eru vápnaðir, men eingin av teimum ráðandi myndugleikunum vil taka ábyrgdina á seg at loyva vaktunum at brúka makt. Hægstu eysturtýsku politikararnir sita á kreppufundi og eru ikki til at fáa fatur á, og takkað verið tíðarmuninum liggja flestu sovjetskir politikarar longu í fasta svøvni, tá Berlin nú av álvara fer at vakna.

Jäger ringir fleiri ferðir til sínar yvirmenn og greiðir frá støðuni og spyr, hvat hann skal gera. Teir siga “tað er upp til tín, tú ert leiðari.”

Jäger sigur: “Skal eg lata DDR-borgararnar fara? Ella skal eg geva boð um at skjóta?”

Hetta sigur Jäger fyri at provokera, tí hann vil vita, um yvirmenninir vilja stuðla honum í at lata fólk sleppa um brúnna. Hann er greiður yvir, at tað er hansara ábyrgd og vil vera vísur í, at hann hevur teirra stuðul.

Skjótt verður tað ógjørligt at halda alsamt vaksandi mannamúgvuni burtur. Um 9-tíðina ger Harald Jäger av at loyva nøkrum av fólkunum ígjøgnum fyri at linka trýstið á marknastøðina. Men tað ger ongan mun, og nú fara fólk at rópa í kór: “Opnið portrið, opnið portrið!”

Umleið klokkan hálvgum tólv tekur Harald Jäger avgerðina at lata portrið upp og lata fólk sleppa ótarnað ígjøgnum. Næsta tíman fara nærum 20.000 fólk um Bösebrücke inn í Vesturberlin uttan nakað eftirlit. Hinumegin standa teirra overfegnu landsmenn og –kvinnur og taka ímóti. Berlinmúrurin er fallin.

 

Keldur:

Der Spiegel

Washington Post

The Wall Street Journal

The Telegraph

[object Object]

Ein partur av gamla Berlinmúrinum stendur við Liesenstraße nærhendis Bernauer Straße í Berlin. Í hesum døgum eru 30 ár síðani Múrurin fall (Mynd: EPA/Wolfgang Kumm)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður