Heimatíðindi

Nú kemur ferð á vindmyllulundina í Porkerishaga

2020-05-18 14:35 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Byggifyritøkan Articon er í løtuni í ferð við at byggja betongblandistøð á Drelnesi. Hetta er ein liður í arbeiðinum við vindmyllulundini í Porkerishaganum.

Blandistøðin skal nýtast til at veita tilfar til vindmyllulundina í Porkerishaganum. Arbeiðið við vindmyllulundini fór í gongd í januar í ár og ætlanin er, at lundin skal standa liðug í september í ár.

Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum at gera atkomuveg og planeringina í vindmyllulundini, umframt at veita betong til útlendska veitaran hjá SEV, sum skal stoypa fundamentini til lundina.

Blandistøðin fer í gongd 25. Mai, og skal eftir ætlan takast niður aftur í juni, tá arbeiðið vð fundamentunum væntandi er liðugt.

Talan er um sjey vindmyllur, sum skulu standa í Porkerishaga og eftir ætlan byrjar fyrsta myllan at framleiða elorku inn á netið í Suðuroy í september.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður