Kjak

Oddagrein: Á fólksins vágskál

2019-08-30 09:23 Author image
Emil Jacobsen

Í morgin fara føroyingar á val. Fólkaræðið fer til arbeiðis, og í annaðkvøld vita vit, hvørji 33 skulu umboða okkum á tingi tey næstu – um einki óvæntað hendir – fýra árini.

Valstríðið hesaferð hevur í stóran mun verið eitt stríð um, hvørt vit skulu halda fram við tí vit hava, ella um vit skulu skifta út og fáa nakað heilt annað. Blokkarnir í føroyskum politikki síggjast týðiligari í dag enn nakrantíð fyrr, og summir flokkar útiloka samgongusamstarvi við aðrar flokkar.

Blokkpolitikkur er ikki nakað ókent fyribrigdi í øðrum londum, heldur tvørturímóti. Tú hevur flokkar á vinstraveinginum, flokkar á høgraveinginum og so flokkar, sum liggja nøkulunda mitt ímillum. Í USA er tað so einfalt. Har stendur valið millum tveir flokkar, og í Bretlandi er tað nakað tað sama. Í Danmark hava tey leingi havt ein reyðan blokk og ein bláan blokk.

Í Føroyum hava vit so ta eyka dimensiónina, sum eitur loysing ella samband. Akkurát tann spurningurin hevur fylt óvanliga lítið í hesum valstríðnum, og tað verður ikki tann spurningurin, sum fer at reka fólk flest á val í morgin. Tað verður omanfyrinevndi spurningur um, hvørt vit skulu halda fram við tí vit hava, ella um vit skulu hava nakað nýtt. Ein spurningur um vinstra ella høgra.

Níggju flokkar stilla upp hesaferð, men neyvan koma fleiri enn sjey av teimum inn um tinggáttina. Hinir báðir hava tó havt møguleikan at ávirka valstríðið og kjakið á ta kósina, sum teir brenna fyri. Og tað er eisini demokrati. Seinastu mongu árini hevur føroyskur politikkur havt fýra stórar flokkar, sum allir liggja í hvør sínum horni í politisku krossskipanini, og so nakrar smærri flokkar, ið virka sum “klípi”, tí tað eydnast sjáldan tveimum av teimum stóru at fáa einsamallan meiriluta. Soleiðis verður ivaleyst eisini hesaferð.

Tað er nú meir enn ein mánaður síðani løgmaður á ólavsøku skrivaði út val. Síðani tá hava plakatir stungið seg upp sum hundalond, og sum nakað lutfalsliga nýtt eru stórskíggjar nú eisini tiknir í brúk. Valið hevur fylt nógv í almenna rúminum, og hjá teimum, sum als ongan áhuga hava í politikki, man tað kennast strævið til tíðir ikki at fáa vent sær fyri smílandi politikaraandlitum. Eisini hendan útgávan av Dimmalætting er nógv merkt av, at valið er beint hinumegin hornið.

Tað verður eitt spennandi valkvøld, men tað verður eisini ein lætti, tá alt er yvirstaðið. Gott val!

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður