Kjak

Oddagrein: Dreymastørvini mangla

2019-08-16 09:55 Author image
Emil Jacobsen

Tað gongur væl í Føroyum, og samfelagshjólini mala við fullari ferð. Ein ábending um góðu gongdina er vøksturin í fólkatalinum, sum hevur verið seinastu tíðina. Og serliga gleðiligt er tað, at føroyskar kvinnur eftir øllum at døma hava betri hug at búgva í Føroyum nú enn fyri nøkrum árum síðani. Vit hava í mong ár hoyrt um tað sonevnda kvinnuundirskotið, sum er eitt vandamál fyri eitt so lítið samfelag sum tað føroyska. Tað undirskotið er har enn, men tekin eru í sól og mána um, at hendan keðiliga gongdin er um at venda ella í øllum førum tálmast.

Ein annar trupulleiki, sum tó tekur seg upp, nú føroyingar flyta heim aftur, er, at føroyska samfelagið ikki hevur hóskandi arbeiðspláss til tey. Í nógvum førum er talan um fólk, sum hava verið uttanlands og nomið sær hægri útbúgving, og tað kemur meir enn so fyri, at vit ikki hava størv til tey, har tey kunnu brúka sína útbúgving. Í staðin mangla Føroyar fólk til onnur størv, sum ikki krevja hægri akademiska útbúgving, tað verið seg í handilsvinnuni ella fiskivinnuni. Og tað hevur eisini verið frammi, at handverkaraútbúgvingar, eitt nú timburlærlingar, ikki eru so vælumtóktar sum tær hava verið, og tað skapar eisini eitt trot.

Arbeiðsloysið er sera lágt, men bygnaðurin í arbeiðsmegini er kanska ikki júst tann, vit kundu hugsað okkum. Vit mugu innflyta arbeiðsmegi í stórum tali til byggivinnuna, samstundis sum væl útbúgvin fólk hava arbeiði, sum als ikki svarar til teirra útbúgvingarstøði. Og tá hava vit als ikki nevnt útlendsku tilflytararnar við góðum útbúgvingum, sum onkursvegna ikki kunnu brúkast í Føroyum, men tað er eitt heilt annað kjak.

Spurningurin er so, um samfelagið skal lagast eftir útbúgvingarstøðinum hjá fólkinum, ella um hetta er nakað, sum lagar seg sjálvt, og um fólk sjálvi mugu nema sær útbúgving eftir, hvørjir arbeiðsmøguleikar eru. Í grundini snýr tað seg eisini um útboð og eftirspurning – spurningurin er, um útboðið skal laga seg til eftirspurningin, ella øvut.

Tað er hugaligt, at føroyingar fara av landinum og fáa sær góðar útbúgvingar, og tað er ikki minni hugaligt, at tey vilja koma heim aftur eftir lokna útbúgving. Men sum støðan er nú, mugu vit eisini góðtaka, at øll tey, sum venda heim, ikki kunnu vænta, at dreymastarvið bara liggur og bíðar eftir teimum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður