Kjak

Oddagrein: Fótbóltskappingin má endurskoðast

2019-10-18 09:25 Author image
Emil Jacobsen

So eydnaðist tað loksins føroyska fótbóltslandsliðnum at vinna ein dyst aftur. Ein dystur, sum mátti vinnast, um talan ikki bleiv um eina fullkomiliga miseydnaða undankapping. Tað gekk, og harvið fekk fráfarandi landsliðsvenjarin Lars Olsen eisini ein sigur við sær í sínum seinasta heimadysti við Føroyum.

Lars Olsen hevur staðið á odda fyri landsliðnum í góðum og ringum tíðum. Teir báðir sigrarnir móti Grikkalandi í undankappingini til EM í 2016 teljast millum allarbestu úrslit hjá landsliðnum, sum eisini hevur spælt góðan fótbólt á vegnum. Seinnu árini hevur liðið tó verið í einum aldudali, og hetta er eisini rætta løtan hjá Lars Olsen og landsliðnum at skiljast.

Vit uppliva javnan, at so skjótt tað fer at ganga væl hjá landsliðnum, verða vónirnar eisini skrúvaðar upp. Og tað er heldur einki galið í tí. Um ein ikki setir sær høg mál, kemur ein sjáldan longri fram enn tað sama.

Hinvegin hava vit ofta lyndi til at gloyma, at hini londini eisini mennast. Tí eigur menningin av føroyskum fótbólti altíð at standa fremst í huganum, eisini tá talan er um landsliðið, og hóast fleiri av landsliðsspælarunum ikki spæla í føroyskum fótbólti. Tí upprunaligi veitarin til landsliðið fer næstan altíð at vera føroysku feløgini.

Besta deildin í føroyskum mansfótbólti hevur í løtuni sínar trupulleikar at dragast við. Tað er øgiliga langt millum topp og botn, men ringast av øllum er, at einki felag í næstbestu deildini tykist vera nóg sterkt til at flyta upp í bestu deildina. Tíðin er veruliga komin til at endurskoða kappingarbygnaðin og seta spurningin, um vit ikki eiga at minka deildina niður í átta lið fyri at fáa eina harðari og meira gevandi kapping bæði í bestu og í næstbestu deildini.

Í løtuni eru bara fimm feløg, sum hava nakað veruligt at kempa fyri, og tað er ein keðilig gongd. Tað er als ikki ókent aðrastaðni, at tað eru nøkur fá stór feløg, sum sita á fleskinum, men munurin er, at í størru londunum eru so nógv onnur feløg í lægri deildunum, at kappingin er har allatíðina kortini. Soleiðis er ikki her, har tað nú er komið til, at næstbestu liðini hjá størstu feløgunum eru nógv betri enn bestu liðini hjá miðalstórum feløgum.

Neyðugt er við broytingum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður