Kjak

Oddagrein: Givið upp til skutil

2019-07-19 12:44 Author image
Øssur Winthereig

Í løtuni stendur og vigar millum summar bøndur øðrumegin og tey, sum ótarnað vilja ganga í haganum hinumegin.

Framúrskarandi arbeiðið hjá Visit Faroe Island at lokka ferðafólk hendanvegin hevur longu klárað at klovið Føroyar í fleiri nýggjar partar, sum standa móti hvørjum øðrum.

Arbeiðið hjá Visit Faroe Island hevur eisini megnað at breiðka gjónna millum miðstaðarøkið og útjaðaran. Nógvir bøndur kring landið vilja skiliga nokk hava meiri av peninginum frá ferðafólkunum at lenda í teirra øki.

Men ikki eiga vit bara at peika eftir Visit Faroe Island, tí tey røkja sína uppgávu. Men úrslitið av teirra arbeiði er ikki loftað av politiska myndugleikanum.

Í blaðnum í dag umrøða við rættin at ganga í haganum.

Trý aðalráð er blandað upp í hendan spurningin. Fiskivinnumálaráðið umsitur eisini landbúnaðarmál, Uttanríkis- og vinnumálaráðið umsitur ferðvinnuna og Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur umhvørvismál.

Øll trý ráðini siga seg hava góðar intensjónir, men einki er komið frá teimum, sum kann loysa fulkomuliga ótamdu støðuna kring landið, har hvør bóndi í sínum lag finnur upp á mátar at taka móti teimum, sum ætla sær burtur í haga.

Onkrastaðni hongur ein postkassi, onkrastaðni er portur fyri, onkrastaðni ein áheitan og onkrastaðni bara eitt forboðsskelti – og nógva staðni opin gøta til Guðs fríu náttúru.

Ferðafólkini, sum streyma hendanvegin til hetta órørda landið vita ikki síni livandi ráð – skal man bara ganga fram við góðum treysti, er man vælkomin ella hvussu gera hesir føroyingarnir, tá teir fara í hagan. Men tað vita hesir føroyingarnar skjótt heldur ikki.

Tí eisini føroyingar kenna seg knappliga illa summa staðni í egnum landi, um hugurin stendur til ein túr í hagan. Í næstum skalt tú hava gjaldskort við, um tú skal út á Lógv í Saksun.

Her má Hagafelagið, sum sigur umboða áhugamálini hjá vanliga føroyinginum, bera so í bandi, at eitt slíkt mál verður roynt í rættinum. Vit vita ikki við vissu, hvar rætturin hjá vanliga føroyingin byrjar og hvar hann endar og sama við rættinum hjá bóndum og ognarum.

Eingin grund skuldi verið, at ferðvinnan skal setta nýggjar kílar í samfelagið.

Í løtuni er alt givið upp til skutil.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður