Kjak

Oddagrein: “Góða Marjun, tað var ikki hann!”

2019-07-12 14:47 Author image
Øssur Winthereig

At politikarar og embætisfólk á hægsta stigi royna at snúgva sær undan ábyrgd, tykist vera ein natúrlóg.

Og at tað eisini eydnast, sæst meir enn so, men ikki er tað altíð so vakurt á at líta.

Upp gjøgnum søguna hava nógv snildi verið brúkt at snúgva sær undan ábyrgd. Eitt tað mest brúkta er okkurt frábrigdi av orðafellinum “Góða mamma, tað var ikki eg!”

Ein partur av hesi undaførsluni er at fáa onkran annan av siga tað sama. At fáa lítlabeiggja ella stórusystur at siga, nakað tað sama “Góða, mamma tað var ikki hann!” Og so leggja afturat “dreingirnir teir fýrdu meg!”

Undaførslurnar í samband við byggigøluna á Glasi eru eisini av hesum einfalda slagnum.

Landsgrannskoðarin segði í sínari frágreiðing, at hon ivaðist í um aðalstjórarnir høvdu útint sína eftirlitskyldu og siegði í roynd og veru, at teir høvdu ikki gjørt sítt arbeiði til lítar.

“Góða mamma, tað var ikki eg!” Ljóðaði beianvegin frá aðalstjórunum, tá teir keyptu sær uttanhýsis advoktar (vónandi fyri egnan pening), sum søgdu, at aðalstjórarnir ikki høvdu nakra ábyrgd í byggigøluni á Glasi. Frá advokatunum var valla annað væntandi.

“Góða mamma, tað var ikki hann!”

Og mín sann um ikki eisini eitt notat skuldi skrivast – eisini av advokati út í býnum – hesa ferð fyri løgmansskrivstovuna. Og har var niðurstøðan at “Út frá eini heildarmeting verður tí, við støði í teimum upplýsingunum, sum nú fyriliggja í málinum, ikki mett, at tað var brot á eftirlitsskylduna hjá aðalstjórunum, at teir ikki vistu, at umrødda meirnýtslan fór fram. Mett verður sostatt heldur ikki, at málið um meirnýtsluna í sær sjálvum eigur at fáa starvsfólkarættarligar fylgjur fyri aðalstjórarnar.”

“Góða mamma, tað var ikki hann!”

Aðalstjórarnir tykjast vera ein friðað rasa, sum skulu verjast betur enn borgarans peningur.

Í hesum førinum fríkennir eitt notat - ikki nøkur kanning - aðalstjórarnar. Eitt notat, sum løgmanskrivstovan hevur medábyrgd av.

Og her er tað ikki vakur á at líta:

Løgmansstjórin fríkennur aðalstjóran í Mentamálaráðnum, men tað er maður løgmansstjóran, sum vegna Mentamálaráðið hevur staðið fyri samskiftinum við Landsverk. Hevur eftirlitið ikki verið í lagi, so er tað maður løgmansstjóran, sum ikki hevur gjørt sítt arbeiði.

Tá er gott at fara út í býin eftir privatum advokatum og fáa teir at siga:

“Góða Marjun, tað var ikki hann!”

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður