Kjak

Oddagrein: Ótroyttur vinnuvegur

2019-10-25 10:25 Author image
Emil Jacobsen

Vit kenna øll gamla og slitna orðatakið um, at ull er Føroya gull. Tað er tað ikki longur, og tað eru seyðaskinnini, sum leypa av og fara til einkis, nú fjøllini eru gingin, heldur ikki.

Men tað skilst á øllum brøgdum, at í seyðaskinnunum eru inntøkumøguleikar, sum vit als ikki hava givið okkum far um. Útlendsku ferðafólkini gerast fleiri og fleiri hvørt ár, og umframt okkara náttúru hava vit eisini aðrar vørur, vit royna at selja teimum. Føroyskar rávørur eru ikki so nógvar at velja ímillum. Men er tað nakað, vit í Føroyum hava nógv av, so er tað seyður. Og tí tykist tað løgið, at føroysku seyðaskinnini – og fyri sovítt eisini føroyska ullin – verður nýtt so lítið, sum hon verður.

Serliga skinnini tykjast ikki hava nakran góðan í løtuni. Bara í Dímun garva tey sjálvi, men tey hava ikki tíð og orku til so nógv, og onnur, sum selja skinn, senda tey av landinum at garva. Men út frá tí, sum verður sagt í blaðnum í dag, er einki at ivast í, at tað liggja ótroyttir inntøkumøguleikar í seyðaskinnunum.

Umstøðurnar til at garva seyðaskinn í Føroyum eru ikki góðar, og hugskotið, sum verður sett fram í blaðnum í dag um at gera eitt stórt garvarí, er ógvuliga áhugavert, serliga um eftirspurningurin eftir seyðaskinnum er so stórur, sum nógv siga hann vera.

Tað er eingin ivi um, at politiski myndugleikin eisini má spæla ein leiklut, um føroysk seyðaskinn skal gerast ein veruligur ídnaður her á landi, líkamikið um tað er við sølu her heima ella við útflutningi fyri eyga. Um tað skal gerast við stuðli ella á annan hátt er upp til politikarar og tey, sum vilja fáast við seyðaskinn, at gera av, men tað er stórt spell, um hetta er ein góður inntøkumøguleiki, sum gleppur okkum av hondum, tí vit ikki taka hann í álvara. Landsstýrismaðurin á økinum tykist vera áhugaður, og so ræður um at finna politisku undirtøkuna fyri at skipa hetta somikið væl, at vit kunnu fáa meira burtur úr seyðaskinnunum.

Tí sum støðan er nú, er tað at tveita seyðaskinn í brenniovnin næstan sum at tveita pengar á bálið.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður