Kjak

Oddagrein: Pílar peika skeivan veg

2019-07-05 11:24 Author image
Øssur Winthereig

 Men verðurlagspolitikkur tykist ikki vera eitt politiskt evni, sum festir í hjá stóra partinum av løgtinginum. Fyrstu veðurlagsmálini vóru sett í frágreiðingini “Veðurlagspolitikkur Føroya” í 2009, tá Annika Olsen var landsstýriskvinna í umhvørvismálum. Tá var aðalmálið at gera Føroyar minni tengt at olju og fossilum brennievnum og at økja um varandi orkukeldur.

Í frágreiðingini verður sagt, at til ber at røkka einum realistiskum máli at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum í 2020 í mun til 2005-útlátið.

Síðani 2009 hevur málið ongantíð verið rokkið. Útlátið hevur staðið í stað ella er vaksið.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu eru fleiri mál sett: Í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu í 2025 hitast við grønari orku og í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku.

Enn eru bara 1000 sethús av umleið 18.000 sethúsum, sum hava lagt um frá olju.

Meiri 42 prosent av samlaðu oljunýtsluni verða brúkt á sjónum, men ikki eitt orð verður sagt um, hvørji mál skulu setast fyri fiskiflotan og onnur skip.

Í 2016 boðaði Landsstýið frá, at Føroyar taka undir við París-avtaluni, sum hevur til endamáls at skerja útlátið av veðurlagsgassi. Paris-avtalan skal steðga globalu upphitingini og minka um CO2 útlátið til eitt støði, har trø og plantur kunnu upptaka meginpartin av útlátinum.

Enn sæst lítið og einki aftur í førda politikkinum í Føroyum.

Enn stendur málið um vøkstur og “tað skal loysa seg” frammalaga í føroyskum politikki – hjá øllum flokkum. Sjálvt í ferðavinnuni tykist tað vera í lagi at kleyra hagan niðurm, um tað bara loysir seg fyri eigaran.

Í spurninginum um grindadrápið hevur tað verið trýstið uttanifrá, sum hevur gjørt okkum meiri medvitað um at gera okkum størri ómak við grindadrápinum.

Teir størstu bankarnir í heiminum, sum gera íløgur í skip og fiskivinnu, eru farnir at seta krøv til reiðaríini um ein ábyrgdarfullan veðurlagspolitikk.

Um vit ikki sjálvi klára at fylgja teimum málum, sum vit sjálvi seta okkum, kunnu vit vænta, at tað verður trýstið uttanifrá, ið kroystir okkum at taka stig – sum við grindadrápinum.

Valstríðið til løgtingsvalið fer enn einaferð at vísa, hvussu stórur politiski viljin er til, at vit sjálvi taka ábyrgd.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður