Kjak

Oddagrein: Veiða undir ábyrgd

2019-09-13 10:29 Author image
Emil Jacobsen

Heystið er í nánd, og hendan árstíðin er ivaleyst tann, sum í Føroyum hevur mest við mat at gera. Nátatíðin er um at vera av, flestu grindirnar verða hildnar til hesa ársins tíð, og skjótt verða heystfjøllini gingin.

Føroyingar hava í øldir troytt náttúruna og livað av tí, sum náttúran hevði at geva, og enn halda vit fast í hesum siðum.

Men samfelagið er eitt annað, og tað merkist serliga, tá grindadráp er. Tað gongur skjótt, so veit øll verðin av, at tað eru grindaboð, og úrslitið sæst á sosialum miðlum og á tíðindasíðum, har útlendingar siga sína meining um grindadrápið.

Vit vita, at grindadrápið er burðardygt, men verri er við nátaveiðuni. Har vita vit ikki so nógv. Lívfrøðingurin Sjúrður Hammer hevur fyrr í Dimmalætting gjørt vart við, at nátaveiðan er vorðin rættiliga umfatandi, og at menn kunnu fara við stórum bátum og taka meir enn túsund nátar. Meginparturin av hesum verður eisini tikin við sølu fyri eyga.

Tað hevur altíð verið nóg mikið til av náta, og tað hevur eisini verið sagt, at havhesturin trokar annan bjargafugl burtur, so í so máta hevur einki verið galið við at taka nógvan náta. Men ábendingar eru um, at stovnurin er í minking, og tað eru sum so eingi skipaði viðurskifti fyri, hvussu nógvan náta hvør bátur kann taka.

Jens-Kjeld Jensen hevur í bókini “Mallemukken på Færøerne” mett, at veiðan av náta er millum 40.000 og 80.000 um árið. Hetta eru stór tøl, og tað sigur seg sjálvt, at um metingin er røtt, ger tað eitt rættiliga stórt inntriv í stovnin, sum í 2015 varð mettur at vera millum 300.000 og 500.000 pør.

Tað eru góðir pengar at vinna við at selja náta, og sjálvandi skal tann, sum selir, eisini fáa okkurt burtur úr stríðnum av at veiða og hagreiða fuglin, áðrenn hann verður seldur. Men tað er vandi í allari vælferð, og um nátaveiðan gerst ov vinnulig, kann tað ganga út yvir stovnin – serliga tá vit vita so lítið um stovnin og um nøgdina av veiðuni.

Kanska hevði tað verið eitt hugskot at fingið nátamenn at latið tøl inn til eina heimasíðu, eins og harumenn hava gjørt seinastu árini. Tað kundi givið eina ábending um, júst hvussu stór veiðan er, og hvussu nógv hon ávirkar stovnin.

Í øllum førum er vert at umhugsa, hvussu vit ansa best eftir stovninum og okkara náttúrutilfeingi.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður