Heimatíðindi

"Øll hava eina meining um breyð"

Randi Olsen og Fríða Hansen eru kvinnurnar handan Breyðvirkið

Randi Olsen og Fríða Hansen eru kvinnurnar handan Breyðvirkið

2020-02-24 13:04 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Skjott kemur lív aftur í hølini hjá gamla Activ. Bygningurin hevur staðið tómur í eina tíð, men nú verður ikki leingi til nýtt lív kemur í gomlu kendu hølini á Jónas Broncksgøtu. Milkshake’urin er tó skiftur út við breyð – súrdeiggjsbreyð.

Tað eru tær báar Fríða Hansen og Randi Olsen, sum fara at baka súrdeiggjs breyð og bollar. Hugskotið kom, tá ið tær báðar arbeiddu í matstovuni Smakka.

- Vit funnu ikki ordiliga nakað rugbreyð, sum passaði til matin í Smakka, og tá byrjaðu vit at gera súrdeiggjsbreyð. Vit hildu tað fór at vera eitt stríð, men tað vístu seg at vera ordiliga lætt at gera og fólk komu niðan og søgdu hvussu væl tað smakkaði. Vit byrjaðu meira og meira at nørdast við hesum súrdeigginum og áðrenn vit vistu av, høvdu vit avtalað at stovna okkara egna breyðvirki.

Hópfígging
Dreymurin um at opna eitt smábakarí við súrdeiggi hevur fylt nógv hjá teimum báðum. Tær vóru bitnar av hesum súrdeigginum, og fóru longur og londur niður í smálutirnar í hesum evninum.

– Vit nørdaðust meira og meira, vit vóru fullkomuliga bitnar av hesum, av smakkinum og alt tað kann brúkast til. Vit kláraðu ikki at lata vera, eingin annar seldi hetta og hví skuldu vit so ikki royna okkum?

Tær fóru til danmarkar at royna seg á einum líknandi bakaríi. Har vildu tær læra um arbeiðsgongdina, um maskinur til størri framleiðslu og vita um hetta var nakað fyri tær.

Tá vóru tær komnar eitt sindur longur við at gera dreymin til veruleika. Tær høvdu keypt sær nakrar maskinur frá einum givnum bakara og ætlanin var at vera á hópfíggingarportalinum.

- Hetta var ein roynd, har vit skuldu finna útav um vit tímdu hetta ella um vit skuldu gevast áðrenn tað bleiv ov nógv.

Tíbetur funnu tær skjótt útav, at hetta var tað. Tað gekk skjót tíð til tær vistu, at hetta eisini var nakað, sum føroyingar tímdu. Tá ið hópfíggingar portalurin lat upp vóru tær við. Undirtøkan fyri breyðvirkinum var stór og tað gingu ikki nógvir tímar, áðrenn tær høvdu rokkið fíggjarliga málinum, sum tær høvdu sett sær á portalinum. Aftaná bert 30 tímar høvdu tær fingið 100% av ynsktu fíggingini. So stóran áhuga høvdu tær ikki roknað við.

- Vit gingu við einum stórum smíli tann dagin. Hvørjaferð telefonin plingaði hevði onkur annar stuðlað okkum. Tað gav okkum tað síðsta sparkið at fara í gongd.

Áhugin fyri súrdeiggi og matgerð fyllir nógv hjá Fríðu og Randi. Tað er blivið til ein lívstíl, siga tær flennandi.

- Vanlig fólk fara tíðliga upp at renna sær ein túr, vit fara tíðliga upp at baka eitt breyð í staðin fyri.

Tær gera tingini uppá sín egna máta og hava ongar ætlanir um eina stórframleiðslu. Heldur vilja tær hava eitt lítið breyðvirki, sum ger eina ávísa nøgd hvønn dag, helst uttan tað stóra matoysl og teirra ynski er at vera so burðardyggar sum til ber. Harumframt er øll framleiðslan hjá teimum vistfrøðilig.

- Vit vilja nógv heldur hava, at tey sum keypa frá okkum eta upp, ístaðin fyri at keypa eitt nýtt hvønn dag. Tað eru fleiri, sum flenna eftir okkum og siga, at hetta gerast vit ikki ríkar av. Men vit vilja gjarna hava kensluna av, at vit ganga inn fyri tí vit gera.

Eingin milkshake
Fólk eru øgiliga spent uppá, at Breyðvirkið skal opna. Nógv spyrja javnan nær tað verður og eisini eru fleiri, serliga børn, sum spyrja um vit fara at selja milkshakes, fortelja tær. Tað verður ikki milkshakes, sum tær fara at selja, men møguligt verður at keypa ymisk breyð og bollar, umframt onkran søtari bakstur. Ætlanin er, at súrdeiggj skal ganga aftur í tí mesta av bakstrinum.

- Vit merkja ein stóran áhuga fyri, at eitt nýtt bakarí opnar í Havn. Øll hava eina meining um breyð og hvussu tað skal smakka, vit eta jú breyð hvønn dag. Tað eru fleiri sum fortelja okkum hvat fyri breyð teimum dáma best og hvussu tey vóna, at okkara breyð fer at verða. Vit merkja eisini, at fólk eru glað um, at lív aftur kemur í hølini her.

Í hølinum í Broncks stákast tær nú við at fáa tað síðsta liðugt, áðrenn Breyðvirkið kann lata upp. Á gólvinum stendur gamla bakarískeltið hjá Køkubúðini klár at hanga upp. Ætlanin er, at Breyðvirkið letur upp áðrenn februar er av.

 

[object Object]
mynd: Breyðvirkið
placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður