Kjak

Sa sjet bara

2020-07-10 14:56 Author image
tórbjørn jacobsen

Guvernørarnir í russiskum provinsum eru í hesum døgum gyrdir í brøkur. Putin forseti lovar øllum gull og grønar skógir, lovar at hækka almennu útreiðslurnar til vælferð, men hann ætlar ikki, at miðstjórnin við Reyða Torgið skal borga, rokningin verður send illa sperdu regiónunum kring hitt stóra ríkið. Fólkið fagnar forsetanum, meðan guvernørarnir sita eftir við rokningunum, og fleiri teirra verða trýstir út á privata lánsmarknaðin at fáa fígging til populistisku lyftini frá væl varda sjefinum handan múrarnar í Kreml. Á hini kátu ranguni hava russar nú broderað eina søgu um forsetan, har hann vælhýrdur kemur inn á eina vælmannaða drykkjustovu. Fagnaðurin er øgiligur, táið hann bjóðar øllum barrgestunum ein umgang av sterkum ráka. Barrvørðurin yppir øksl, sjónliga órógvaður av, hvør ið skal bera kostnaðin, men tá letur í Vladimir Vladimirovich Putin: “Sa sjet bara.” Húsið borgar.

Húsið borgar – hesin kultururin/moralurin er ikki ókendur í Føroyum. Er tað ikki danski ríkiskassin ið ber kostnaðin, hendir tað ferð eftir ferð, at landsmyndugleikin tekur kostnaðarmiklar avgerðir og hongur rokningarnar um herðarnar á kommununum og í undirstøðumálum gerst karráa frumskógarhugsanin alt meiri dominerandi.

Tá stovnurin hjá Landsverkfrøðinginum eftir seinra kríggj av álvara fór undir at knýta bygdir og oyggjar saman, vóru fíggjarligu atlitini solidarisk – samfingni landskassin fíggjaði saman við vegskatti og øðrum gjøldum íløgur og rakstur. Kreativ høvd mundu seinri halda, at uppaftur meiri ferð skuldi á undirstøðuvagnin, og tá landskassin var ov ómanøvrerligur at fáast við, fingu vit mixaðu partafeløgini, har landskassin yvir ár setti fíggjarlig innskot – partapening - í partafeløg, meðan tey akandi skuldu gjalda fyri rest. Við hesum hvarv solidariska hugsanin í undirstøðumálum – í minsta lagi varð hon balkaniserað – spjadd – soleiðis, at økir vóru sett upp í móti øðrum. Undirstøðan var ikki longur eitt mál sum allir føroyingar varðaðu av – nú var Norðoyatunnilin ein undirsjóvarsmoga hjá klaksvíkingum og Vágatunnilin var í ogn hjá vágafólki burturav – undir øllum umstøðum gjaldið fyri at smoyggja sær ígjøgnum hesar smogurnar, sum titanskir ráksnúningar vilja foykja burtur – serliga táið val til demokratiskar institutiónir er undir uppsigling.

Veruleikin er kortini ein annar:

  • Landið setti 160 mió. kr. í Vágatunnilin – 53% av íløguni á 300 mió. kr.
  • Landið setti 235 mió. kr. í Norðoyatunnilin – 63% av íløguni á 375 mió. kr.
  • Landið fer at seta 400 mió. kr. í EST – 14% av íløguni á 2.900 mió. kr.

Í mínari tíð á Føroya løgtingi komu Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin við jøvnum millumbilum upp í politiska sævarmálan. Á vetri í 2008 var samráðst um eina CHE-samgongu, og umframt at nógvir aðrir knútar skuldu loysast, so ivaðist ongin í, at júst tunnilsmálið kundi gerast ein gordiskur knútur. Rúm fór við vissu ikki at vera fyri íløguni á fíggjarlógunum árini frameftir, tí máttu onnur ráð takast. Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu og nakrir eysturoyingar vóru partar av samráðingini, og í mun til, at hetta fór at gerast ein 17´manna samgonga, hendi tað eitt kvøldið, har vit, nakrir okkara, sótu og prátaðu saman, at hugskotið kom í, at einasta loysnin var at skekla hesar báðar tunlarnar saman í eina íløgu. Eftir skipanina av samgonguni, virkaði Vinnumálaráðið víðari við hesum hugskotinum – men alt fall kortini til jarðar sum eitt korthús, táið CHE-samgongan varð borin út um politiska gravarmúlan – eftir at Javnaðarflokkurin enn einaferð staðfesti, at hann ikki toldi roykin í tjóðskaparliga bakarínum – og grulvaði aftur undir dintilin á Sambands- og Fólkaflokkinum.

Eftir recessiónina árini eftir 2008/09, har myndugleikin hevði nógmikið av stríði, bara við at halda stásinum við líka, hvarv tunlatosið fyri eina tíð. Tá konjunkturarnir vóru viðgangandi aftur, vánirnar betri, fingu nakrir professionellir spekulantar í Keypmannahavn tað hugskot, at nakað væl av peningi kundi vindast burturúr einum tunli undir Tangafirði. Teir egndu fyri flundru – ráðharrin, aðalstjórin og onkur annar bitu á – hingu á agnhaldinum. Sandoyartunnilin hevði fingið mønustingin við CIP-loysnini – avkastið til CIP-spekulantarnar hevði verið á leið tað sama, sum Sandoyartunnilin nú fer at kosta. Harrin havi lov fyri at onkur fekk steðgað tí ørskapinum, hini nationalu katastrofuni, ið kendist hava ein sterkan farra av infrastruktuellum religiøsiteti yvir sær, og annars bara tóktist hava til endamáls at flyta pening í milliardaklassanum av landinum, fyri at polstra eina spekulatiónsenklavu hjá donskum pensiónskassum. Varð blekk brúkt til tað sáttmálauppskotið, hevði Sandoyartunnilin ligið í ógviliga tungum sjógvi í dag.

Við CIP-loysnini – Eysturoyartunlinum einsamøllum – hevði kostnaðurin fyri at aka aftur og fram undir Tangafirði verið hægri enn gjaldið, sum nú er fráboðað. Stóð Sandoyartunnilin einsamallur – við góðu fíggingini hjá EST – Tunnilsfelagnum – høvdu sandoyingar og vit onnur verið kravd eftir 700 krónum hvønn vegin – 1.400 krónur tilsamans fyri ein vanligan bil til og frá Sandoy ella øvut.

10. apríl 2014 bragdaði aftur í undirsjóvar undirstøðuni. 30 av 30 møttum tingmonnum atkvøddu fyri at fara undir at gera teir báðar tunlarnar, sum longu eru komnir væl áleiðis. Ivaleyst eru bæði Jørgen Niclasen, sum legði málið fram, og tingið komin til ta niðurstøðu, at Sandoyartunnilin hevði ligið eftir í drúgva tíð framyvir, varð hann ikki krøktur í onkra aðra solidariska fíggjarskipan.

Nú, fleiri mánaðir fyri at koyrandi verður í Eysturoyartunlinum, er felagið komið fram á torg við kostnaðinum, fyri at flyta seg undir havbotninum millum tær báðar størstu fólkakonsentratiónirnar í landinum. Høvuðsstaðin og Skálafjørðin. Ikki óvæntað funnu miðlarnir, serliga í Eysturoy, teir mest fýrahyrntu skallarnar til tess at gera eina meting um útspælið. Hesi kikaðu í stóran mun niður í nalvan á sær sjálvum, okkurt slag av egocentriskum herðindum, og søktu at prísásetingini í so stóran mun, at lurtarin fekk ta fatan, at tunnilin fór at standa tómur tey næstu nógvu árini, um leiðsla og nevnd ikki tóku betri partar fyri seg.

Byggir tú tunlar fyri milliardir, krevst fígging, og ætlast kann, at teir sum læna felagnum pening, í hasum klassanum, krevja ábyrgd og skjalprógv í fæi og mettum ferðslutølum, um EST-Krambúðin fæst at bera seg – undir øllum umstøðum so frægt, at hon megnar at gjalda lænta peningin aftur yvir tíð. Nevndarformaðurin og stjórin, Bergur og Teitur, hava ikki gjørt annað enn tað sum krevst, táið man nú hevur tikið partar av útbyggingini av undirstøðukervinum úr hinum stóra solidariska pottinum – landskassanum – og lagt hesa í partafeløg, sum hava aðrar og serskildar treytir at virka eftir.

75 krónur fyri ein vanligan bil annan vegin – 150 krónur aftur og fram – kann ljóða av nógvum. Stóð Eysturoyartunnilin einsamallur - við verandi fígging - gevur vanlig høvurokning tað úrslit, at tað hevði kostað áleið 30 krónur hvønn vegin, og var tað hartil møguligt at leingja afturgjaldstíðina fyri tunlarnar, hevði kostnaðurin verið uppaftur lægri.

Hinvegin, so kostaði tað frá byrjan 188 krónur at flyta seg ígjøgnum Vágatunnilin (uttan kubba) og kostnaðurin í Norðoyatunlinum var frá byrjan 170 krónur (uttan kubba). Báðar vegir sjálvandi, táið siglingarleiðirnar vórðu lagdar niður. Í dag vita vit, at kostnaðurin í teimum báðum førunum bert er brotpartur av hesum, ja, so lágur, at hann ongan týdning hevur í samlaða fíggjarhøpinum hjá fólki og vinnu.

Kann ætla at EST tekur psykologiska stríðið nú, meiri enn hálvt ár áðrenn koyrandi verður. Skal undra meg, um hetta ikki er ein tilvitað strategi, ið m.a. hevur til endamáls, at fáa teir mest rísnu hanarnar at gala longu nú, fyri síðan at fara undir eina systematiska niðurlaðing av kostnaðinum. Sálarfrøðilig vápn verða dúgliga brúkt – m.a. hesar kykmyndirnar á sosialu miðlunum, har tú fært at vita hvussu ómetaliga nógv tú sparir við hesum høga prísinum - ístaðin fyri at fara um fjøllini norðanfyri. Fyri hvørja krónu í lækking av kostnaðinum fara vit, ið hava ørindir í høvuðsstaðnum, at kenna hana, lækkingina, sum eina gávu – og tað man ikki fara at taka so drúgva tíð haðartil gjaldið er komið niður á eitt støði, sum munar millum nakað og onki í peningaliga høpinum hjá fólki og vinnu. At tað hartil fer at bera til at flyta seg turrskøddur, undir taki, dastið av teininum, man fara at muna nakað væl í vetrarhálvuni.

Nú heldur onkur kanska, at hugtakið solidaritetur er ein socialistisk uppfinning – okkurt sum Karl Marx ella onkur annar reyður fantastur er komin á í politiskari øði, men tað er væl eldri enn so, hygg bara at føroyska grindabýtinum, og í grundini er hetta bara ein menniskjaligur eginleiki, ið skal til og krevst, um eitt samfelag skal hanga saman.

Soleingi gamli Landsverkfrøðingsstovnurin bygdi undirstøðuna út í Føroyum, var hetta fíggja solidariskt av borgarum landsins yvir skattin. Lagið varð eitt annað, eftir at høpið fyri partar varð lagt í partafeløg. Samhaldsfesti hvarv í stóran mun, men var endurvunnið í felagnum, sum fekk í uppdrag at fremja verkætlanirnar Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Hetta bendir á eina skinklandi og prinsippleysa politiska kós, og verður stýrt eftir hesi kósini, viðvíkjandi einum komandi Suðuroyartunli, kunnu útsiktirnar fyri, at hann kemur, liggja langt frammi í tíðini. Sum er, er hann ikki skeklaður í eina solidariska skipan á sama hátt sum Sandoyartunnilin. Harvið eru vánirnar fyri honum væl verri.

Tíðin er, sum vera man, komin hartil, at útbyggingar og rakstur av undirstøðukervi landsins aftur verður lagt í eina solidariska skipan – har vit øll spaða til fyri áhaldandi at menna samfelagið. Russiska hugmyndin - sa sjet bara – at tað altíð og stund er onkur annar sum skal gjalda, fremur onki samfelag.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður