Tað var ein stórhending, tá Norrøna hjá Smyril Line kom í flotan í apríl 2003. Enn verður skipið ofta umrøtt sum nýggja Norrøna, og sum flaggskip føroyinga.

Men skipið gongur á 17. ári, og bæði ferðafólkatalið, ferðingarmynstrið hjá fólki og farmaflutningurin eru nógv broytt hesi árini.

Hetta eru eisini hugsanir, sum fylla á stjórnargongini hjá Smyril Line Yviri við Strond í Havn, tó at ongar ítøkiligar ætlanir enn eru um at byggja nýtt skip.

placeholder