Kjak

Valið '19: Solidaritetur er eisini eginleikin at kenna seg aftur í tí fremmanda

Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

2019-08-06 17:13 Author image
Katrin Dahl Jakobsen

Ofta haldi eg, at vit í Føroyum hava lyndi til at vera sera upptikin av, hvat onnur halda um okkum. Tað er yvirhøvur fitt og óskyldugt – men onkuntíð á markinum til at vera ein nevrotisk tráseting. Vit kenna yvirskriftirnar:

- Stór grein um Føroyar í New York Times
- Møttu Trump: Visti hvar Føroyar er
- Møttu Merkel: Ongantíð hoyrt um Føroyar
- Hittu ferðalag í Southampton: Høvdu einaferð siglt framvið Føroyum
- Ótu matpakka saman við Medinu: Hevur ikki verið í Føroyum

Ein yvirskrift í Føroyum kann sostatt vera, at onkur kennir okkum. At onkur IKKI kennir okkum. At onkur ætlar sær at vitja okkum. At onkur longu HEVUR vitjað okkum. Ella at onkur IKKI ætlar sær at vitja okkum.

Tað er kanska í sær sjálvum eitt tekin um, at vit eru smá, vit eru fá – og at vit snøgt sagt halda tað vera stuttligt, tá onkur bara veit, at vit eru til.

Tá Mette Frederiksen vitjaði í Føroyum var ein, sum skemtiliga helt fyri: “Vissi tú skalt vinna hjørtuni hjá føroyingum, skalt tú bara siga, at tú fleyg við Atlantic Airways, sum er nógv betri enn SAS, og at tað var vakrasta lending nakrantíð.”

Tíverri segði Mette, at hon fleyg SAS. Hon tordi ikki at lúgva.

Og friður verið við tí.

Men eftir øllum at døma er kunnleikin um, at Føroyar er eitt stað í verðini vaksin nógv seinastu árini. Ferðafólkatalið økist støðugt. Og fleiri koma eisini henda vegin at arbeiða ella liva í styttri ella longri tíð.

Okkara fólkasamanseting broytist av tí sama. Tí er tað sjálvsagt í tøkum tíma, at vit loksins yvirtaka útlendingaøkið, soleiðis at vit fáa skipað okkara viðurskifti sambært egnum fortreytum og tørvi.

Eisini millum okkara egnu útisetar, okkara ungu lesandi uttanlands, tykist myndin av Føroyum vera broytt. Atdráttarmegin er vaksin, og vit eru kanska vorðin rúmligari og meira spennandi, enn vit hava verið fyrr.


Vit spegla okkum í umheiminum – og vit kunnu læra nógv av gestum okkara

Vit eiga at elska okkara land. Og vit eiga rættin at halda okkum sjálvi vera serstøk uppá allar mátar. Hetta eru góðir og sunnir tankar fyri okkum sum fólk. Men vit mugu ongantíð brúka teir sum umbering fyri at gerast nalvapilkandi og fyri at halda øllum fremmandum burturi.

Ferska kanningin um viðurskiftini hjá fremmandari arbeiðsmegi í Føroyum vísir, at her ruggar alt ikki rætt. Hvussu kunnu vit góðtaka, at arbeiðsfólk býr, virkar og livir undir øðrvísi treytum enn okkara egnu arbeiðsfólk?

Retorikkurin seinastu árini um útlendingar og tilflytarar er stundum sera harður og fíggindasligur. Hvussu kunnu vit práta um onnur á ein hátt, sum vit ongantíð høvdu prátað um okkum sjálvi?

Og orðaskiftið um ferðafólk ber næstan brá av paranoia um, at hesi tilætlað vilja skaða okkara land.

Sjálvandi skulu vit skipa okkara viðurskifti soleiðis, at vit ikki verða rend um koll av ferðafólki, og at útlendingar, sum búsetast í Føroyum, hava góðar møguleikar at læra føroyskt, arbeiða og at vera partur av samfelagnum.

Men vit mugu ongantíð koma so langt, at vit halda loysnina til allar okkara trupulleikar vera at halda tí fremmanda burtur. Og vit mugu ongantíð billa okkum sjálvum inn, at vit eru so serstøk, at vit einki kunna læra av øðrum.

Tað er í viðurskiftunum hjá teimum, sum hava minst, at vit viga okkum sum samfelag. Og solidaritetur er eisini eginleikin at kenna seg aftur í tí fremmanda.

Tí skulu øll, sum koma heim til okkara at búgva ella arbeiða hava góð og virðilig kor. Tey skulu hava somu kor, sum vit høvdu bjóðað okkum sjálvum.

Harumframt skulu vit altíð minnast til at práta siðiliga og við virðing um tey, vit ikki kenna okkum aftur í.

Spegilsmyndin vit síggja á morgni má altíð vera ein samanrenning av, hvat vit halda um okkum sjálvi, OG hvussu vit fara við øðrum.

Eg havi í skjótt 68 ár kent tað føroyska gestablídnið og samanhaldið sum okkara sterkasta mentanararv. Lat tað halda fram við at definera okkum sum fólk.

 

Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður