Heimatíðindi

Tað skal vera lættari at vátta faðirskap

Shutterstock

Shutterstock

2020-03-25 14:44 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Almannamálaráði boðar frá, at tað nú verður lættari hjá teimum, sum ikki búgva í miðstaðarøkinum at vátta faðirskapin at einum barni.

Áður hevur tað verið krav, at viðkomandi, sum skal vátta faðirskap, persónliga skuldi møta á Familjufyrisitingini í Havn. Men nú hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í familjumálum, gjørt av at broyta lóg um rættarstøðu barnanna, soleiðis at tað ikki longur er eitt krav at møta persónliga á Familjufyrisitingini.

Í staðin verður faðirskapurin váttaður skrivliga fyri Familjufyrisitingini við at undirskriva eitt oyðublað, sum verður sent Familjufyrisitingini, verður boða frá.

Seinni í ár verður enn lættari at vátta faðirskapin, skrivar Almannaráðið, tá Tænastuportalurin og talgildi samleikin eru klárir at taka í brúk. Tá verður tað eisini møguligt at vátta faðirskapin at einum barni við elektroniskari undirskrift.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður