Heimatíðindi

Tænastuvinnurnar um at fóta sær aftur

Ólavur Frederiksen (foto)

Ólavur Frederiksen (foto)

2020-07-13 12:45 Author image
Katrin Johannessen

Framrokningar hjá hagstovuni, sum eru gjørdan undan korona, samanbornar við nýggu tølini av løntakarum í Føroyum, vísa eina ábending av ávirkanini av korona farsóttini í Føroyum. 

Munurin á tølunum fyri juni er 4,1%. Áðrenn korona, vísti framrokningin til knappir 27.200 løntakarar, men veruliga talið er um 26.500. Tað vil siga, at vit helst síggja árin av farsóttini enn. Tó er talið vaksið munandi síðan apríl og mai. 

Serliga sær tað út til, at privatu tænastuvinnurnar eru um at fóta sær aftur eftir stóru niðurgongdina orsakað av korona. Talvurnar hjá hagstovuni vísa, at tað er har størsti munurin ímillum framrokningarnar og talið av løntakarum er. Hetta er serliga galdandi fyri apríl og síðan er munurin minkaður so við og við til nú, ið munurin er 500 løntakarar ella góð 6% færri enn framrokningin. 

Talvurnar vísa eisini hvussu ymsu økini í Føroyum hava verið rakt. Hagstovan vísir millum annað á, at Sandoyggin hevur verið minni rakt enn hini økini í Føroyum. Í Suðurstreymoyar økinum var munurin stórur í apríl. 9,1%. Í dag er munurin minkaður nakað til 4,9% samanborið við metingina. 

Tit kunnu lesa meira á heimasíðuni hjá Hagsovuni. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður