Nú um dagarnar frættist í fjølmiðlunum, at danska kongshúsið hevði bjóðað umboðum úr Føroyum og Grønlandi til Fredensborg slott at hátíðarhalda ríkisfelagsskapin. Umboð fyri løgting, landsstýrið, føroyskt vinnu- og mentanarlív umframt felagsskapir, sum gera sjálvboðið arbeiði, vórðu boðin við. Endamálið við innbjóðingini var sambært heimasíðuni hjá kongshúsinum, at viðurkenna nakrar av teimum persónum, sum taka eitt tak fyri felagsskapin mi

