Mentan

Trap Føroyar á veg í nýggjum hami

2020-01-17 10:05 Author image
Jóan Pauli Joensen

Nógv vatn er runnið í ánna síðani seinasta bindið um Føroyar kom út í 1968, tí hava óivað eisini ung og yngri fólk gloymt, at hetta henta stórverk er til. Eitt verk, sum ein røð av føroyakønum fólkum – bæði donsk og føroysk – skrivaðu fyri meira enn 50 árum síðani.

Føroyingarnir vóru jarðfrøðingin Jóannes Rasmussen, plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen, fiskifrøðingurin Jacob Sverri Joensen, ídnaðarfrøðingurin Karsten Hoydal, skrivstorustjórin Johan Djurhuus, landsverkfrøðingurin Mikkjal Helmsdal, stjórin á SEV Hjalgrim Winther, landslæknin Hans Debes Joensen, professarin Christian Matras, rithøvundurin William Heinesen, varabiskuppurin Jacob Joensen, landsantikvarurin Sverri Dahl og bókavørðurin Ulf Zachariassen.

Føroyakønu danirnir vóru skrivstovustjórin A. J. Arnskov, landafrøðingurin Axel Schou, veðurfrøðingurin Ingolf Sestoft, plantufrøðingurin Kjeld Hansen og hagfrøðingurin og skrivstovustjórin Rigmor Skade. Onnur redaktiónsfólk vóru J. Kousgård Sørensen, Chr. Lisse og Gudrun Ebbesen. Part í handbókini áttu eisini Jaspur Joensen, bókavørður. John Davidsen, lærari, Sigmund í Dali, landmátari, Poul L. Guttesen verkfrøðingur og studenturin Rolf Guttesen.

Flestu teirra eru ikki okkara millum longur.  

Í 2014 varð farið undir 6. útgávu av Trap Danmark og tá 2021 er farið, skuldu 34 bind verið komin út, umframt ta teldutøku útgávuna. Afturat hesum koma 98 bøkur lutaðar sundur, sum bøkur fyri einstakar kommunur. Trap Danmark er fíggjað úr ymiskum grunnum og frá vinnulívinum við 160 milliónum krónum. Hartil kemur so sølan, sum liggur um 30 milliónir.

Ritstjórnin fyri Trap Danmark, sum hevur sæti í Hørsholm, telur heili 40 serkøn fólk umframt fakliga ráð, sum telur 12 fólk. Hartil koma so eini 35 fólk, sum arbeiða fast við 6. útgávuni av Trap Danmark.

Í hesum stóra verki verður mestsum hvør krókur í Danmark umrøddur, so tað ber til at fáa fatur á mestsum øllum lokalum upplýsingum av týdningi. Bakstøði fyri verkinum er tí bæði fakliga og framleiðsluliga trygt og gott.

Tað er tí eini stór og gleðilig tíðindi, at ritstjórnin fyri Trap nú eisini hevur tikið stig til at geva út eina nýggja Trap Føroyar ella Trap Færøerne. Fyrr var handbókin bert á donskum, men hesa ferð kemur hon út bæði á føroyskum og donskum, umframt eisini á enskum máli. Harumframt kemur verkið eisini at verða teldutøkt – digitalt á øllum trimum málunum. Tað fer soleiðis umframt at sláa upp í bókini sjálvari, eisini at bera til at heinta sær upplýsingar umvegis teldu, teldil og fartelefon. Eitt framstig við lít.

[object Object]

Ritstjórnin hevur ætlanir um, at tað eisini skal bera til at luta Trap Føroyar sundur í fleiri minni bøkur, um ta einstøku kommununa, sum serligar kommunubøkur. Hesum hevur stór undirtøka verið fyri í Danmark. Tí hesar bøkurnar, sum Trap sendur út, verða faktakekkaðar frá høvdi til hala. Tær eru tí sera álítandi. Hesin møguleiki fer eisini at standa opin fyri føroyskum kommunum. Roknast kann við, at tað verður eitt føroyskt forlag, sum kemur at geva út føroysku útgávurnar.

Mentamálaráðið dugdi straks at lesa skriftina á vegginum, tá ritstjórnin fyri Trap kunngjørdi ætlan sína. Mentamálaráðið søkti løgtingið um eina rímiliga upphædd á fíggjarlógini fyri komandi ár til útgávuna av Trap Føroyar, sum tingið nú eisini so skilagott hevur játtað. Talan er um eina hálva millión.

Hetta er sera gleðiligt. Tað gevur tí eisini vón um, at tað ríka føroyska vinnulívið eisini fer at stuðla hesa verkætlan. At føroyskir myndugleikar og føroysk virki veruliga hava viljan til at lata sín part í hesa stóru verkætlan – meginhandbókina um Føroyar, fer at fáa stóran symbolskan týdning og tað fer tí at elva til, at danskar fyritøkur og grunnar eisini fara at lata sín stóra lut, so fíggjarligt grundarlag verður at fara undir at geva út hesa stóru handbók.

Í hesum sambandi kann vera nevnt, at ein nýggj Trap Grønland eisini er á veg. Í Grønlandi hava longu nú fleiri grønlendskar fyritøkur sýnt verkinum stóran áhuga og játtað pening, so útgávan mestsum longu er tryggjað.

Nógv er hent í Føroyum og í føroyska samfelagnum á øllum økjum hesi stívligu 50 árini, síðani Trap Færøerne kom út í 1968. Søgan fram til 1968 er kanska ikki so nógv broytt, men søguskrivingin er tað.

Fólkatalið er eisini vaksið munandi hesi árini og fleiri demografiskar broytingar eru hendar. Vinnulívið er ikki tað sama, ei heldur vegakervið og telefonkervið, fyri ikki at tosa um alt tað, sum er hent í landsumsitingini, á heilsuøkinum og á almannaøkinum. Tað sama er hent við undirvísing, gransking og á mentanarøkinum. Føroysk mentan er av álvara farin at blóma á mestsum øllum økjum hesi 50 árini, sum farin eru síðani Trap Føroyar kom út seinast. Føroyar eru stutt sagt ikki tær somu í 2020, sum tær vóru í 1968.

Landið er vorðið broytt, vit eru vorðin ríkari, men alt er eisini vorðið meira samansett og globaliserað. Ferðavinnan hevur vundið upp á seg, og sett síni krøv. Føroyar eru nú eisini vorðnar kendar fyri sína matmentan og sína matstovuvinnu og er eisini komið á heimskortið hesum viðvíkjandi.

Tað verður ein áhugaverd uppgáva at savna allar góðar kreftir í hesum landi fyri at seta orð bæði á tað, sum var áðrenn 1968 og alt tað, sum er komið aftaná – at geva landi okkara stutt, greitt og satt hold í eini konkretari handbók, sum kemur at verða hent hjá øllum.

Vitanarstøðið í landinum er nógv økt síðani 1968. Tað krevur stóran kunnleika at kunna skriva stutt og greitt og fáa alt tað, sum hevur týdning, við, men í dag hava vit eisini nógv fólk, sum kunnu gera hetta.

Alt tað redaktionella liggur frammanundan í føstum rammum, so her skal lítið ella einki uppfinnast av nýggjum, tá tað um útgávuna ræður. Her koma vit til skorin klæðir. So skjótt sum fíggjargrundarlagið er komið upp á pláss verður farið undir at skipa fyri, hvat innihaldið skal verða og hvussu struktururin í bókini skal vera, og hvør skal skriva.

Mentamálaráðið og løgtingið hava longu tikið undir við ætlanini, og vónandi fara okkara vinnulívsfólk eisini at gera sítt til, at henda handbókin kemur út í nýggjum og dagførdum hami. Her kemur alt at gera mun bæði í verki og symbolskt við.

 

FAKTA

 

Um Trap

Tað var danin Jens Peter Trap sum í 1856-60 fekk í lag ta fyrstu útgávuna av tí, sum kom at verða nevnt Trap Danmark. J. P. Trap var kabinettskrivari hjá Fríðriki 7. Kongurin stuðlaði eisini teirri fyrstu útgávuni. Hetta stóra verk er síðani tá komið út í 5 útgávum. Føroyar hava verið umrøddar í Trap frá byrjan. Í 1968 kom Trap Færøerne sum ein bók fyri seg..

Frá 2014 og fram til 2021 verður arbeitt við at geva út eina 6. útgávu av Trap. Verkið í síni heild kemur at telja 34 bind, umframt ta teldutøku útgávuna.  Afturat hesum koma 98 bøkur lutaðar sundur, sum bøkur fyri einstakar kommunur.

Harafturat er ætlanin, at ein Trap Grønland og ein Trap Føroyar eisini skulu koma út av nýggjum.

Umframt ritstjórn, fakligt ráð eru 35 fólk í starvi hjá Trap Danmark. Trap Danmark er fíggjað av ymiskum grunnum og frá vinnulívinum við 160 milliónum krónum. Hartil kemur so sølan, sum liggur um um 30 milliónir.

Pengar eru ikki settir av til eina Trap-handbók um Føroyar. Roknað verður við, at føroyingar sjálvir eru sinnaðir til at gjalda sín part. Hinvegin eru bestu útlit til, at danskir grunnar eisini fara at lata bróðurpartin av tí, sum bókin kostar, um áhugin vísir seg at vera nóg stórur í Føroyum at fáa Trap Føroyar út av nýggjum..

Roknað verður við, at eini 150 fakfólk koma at verða knýtt at Trap Føroyar, hetta verða fólk sum arbeiða á føroyskum stovnum og virkjum, men eisini onnur koma at verða knýtt at arbeiðinum.

Høvuðsritstjórar fyri Trap Føroyar verða Niels Elers Koch, professari, sum er ábygdarritstjóri fyri øllum Trap bókunum, og Jóan Pauli Joensen, professari.

Sí eisini: www.trap.dk

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður