Heimatíðindi

Trygdin á staðnum hevur hægstu raðfesting

2020-02-26 14:59 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Tað er eingin loyna, at vegurin út á Argjaboða ikki er tryggur, sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, við dimmu.fo og viðgongur, at trygdartrupulleikin skal loysast skjótast gjørligt.

Hon skilur væl, at íbúgvar á Argjaboða eru ótryggir við ferðsluna eftir smala vegnum, men ivast í, um ferðslan fer at økjast so nógv av ætlaðu nýggju íbúðunum. Tó so, skilur hon væl, at umrødda íbúðarbyggingin verður tikin við í kjakið um ferðsluna, tí Argjaboði er eitt sera aktivt stað, serliga um summarið.

Men íbúðarbygging ella ei, so er hetta ein trupulleiki, sum skal loysast og sum skuldi verið loystur fyri langari tíð síðani, sigur hon. Spurningurin er bara hvussu og sambært Marini Katrinu hava fleiri uppskot verið frammi og ítøkiligt arbeiði verður gjørt fyri trygdina á staðnum.

Hetta er eitt øki, sum er sett av til bygging og í kommununi er stórur íbúðarmangul, tí gleðast vit um, at tað eru folk, sum bjóða seg fram at byggja, sigur hon. Íbúgvar á staðnum hava leingi ynskt at fingið bussleiðina at koyra út á Argjaboða, men tað hevur ikki verið møguligt hja bussinum at venda og tí hevur hetta ikki borið til. Hetta heldur Marin Katrina møguliga kann loysast, um ein møgulig bygging fer í gongd, og eisini heldur hon, at hetta kann væntast at minka eitt sindur um ferðsluna.

Íbúgvar á staðnum hava leingi eftirlýst ferðslutrygd og tað skal gerast beinanvegin. Í fyrstu atløgu skulu smáting, sum skelti, betri ljós og vegverja gerast. Trygdin á staðnum hevur hægstu raðfesting í hesum málinum, sigur Marin Katrina Frýdal.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður