Heimatíðindi

Tyrlupengar hjálpa betri enn skattalættar

Búskaparfrøðingar mæla til heldur at lata tyrlur tveita brúkarunum pening enn at veita skattalættar, tí munar betri fyri nýtsluna (Savnsmynd)

Búskaparfrøðingar mæla til heldur at lata tyrlur tveita brúkarunum pening enn at veita skattalættar, tí munar betri fyri nýtsluna (Savnsmynd)

2020-05-22 21:00 Author image
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur

Fyrst skuldi landið niður í ferð, tí korona smittuútbreiðslan skuldi basast. Smittuvandin minkaði burtur í onki, men samstundis fingu átøkini stórar fíggjarligar avleiðingar, sum vit nústani eru við at síggja avleiðingarnar av.

Ásannast mátti, at beinhørðu avmarkingarnar fyri ferðing, sosialum virksemi og flutningi kundi gerast ein so stórur fíggjarligur smeitur, at fleiri fyritøkur vóru í vanda fyri at fremja hópuppsagnir fyri ikki at fara av knóranum. Tí blivu hjálparpakkar settir í verk fyri at linna um. Hetta var í tráð við hyggjuráð frá búskaparfrøðingum. Bæði úti í heimi og herheima, hóast hjálparpakkarnir her hava verið munandi minni og seinni enn aðrastaðni.

Nú er landið á veg upp aftur í ferð, men búskapurin hevur tørv á at blíva stimbraður fyri at mótvirka negativu ringvirkningunum av ógvusligu steðginum í virkseminum. Hyggjuráðini frá búskaparfrøðingum eru tí at brúka fíggjarpolitikkin til at seta ferð á, men sambært fleiri serfrøðingum er tað als ikki líka mikið, hvørji fíggjarpolitisk amboð verða nýtt.

Vanligu amboðini sum skattalættar og framskundan av almennum íløgum verða ikki mett at vera nóg munadygg. Í staðin verður mælt til at veita húskjunum ein beinleiðis fíggjarligan styrk til at stimbra nýtsluhug teirra, og helst skal styrkurin málrættast teimum, ið mest sannlíkt brúka peningin beinanvegin. Tyrlur skulu so at siga sleppa pengum niður í fangi á hesum forbrúkarum. Peningurin skal flytast beinleiðis á lønarkonturnar.

Almennar íløgur virka ov seint

Carl-Johan Dalsgaard, formaður í danska Búskaparráðnum, mælir soleiðis til at brúka amboð við “stuttum fjúsi”. Tað vil siga, har tað er stutt frá játtan til stimbran av eftirspurninginum. Tí mæla tey frá at brúka almennar íløgur sum krepputilbúgving. Royndir vísa nemliga, at tað tekur drúgva tíð, áðrenn øktar íløgur í almenna bygging síggjast aftur í øktum eftirspurningi í samfelagnum. Klassiska skúladømi í Føroyum er Glasir-verkætlanin, har Løgtingið í 2009 samtykti at fara undir stóru skúlabyggingina fyri at stimbra eftirspurningin í fíggjarkreppuni, men tá verkætlanin endiliga kom í gongd var hákonjunkturur.

Tíðliga í koronakreppuni eftirlýsti landsverkfrøðingurin Sigurð Lamhauge eina hægri játtan til Landsverk, soleiðis at stovnurin kundi fremja størri viðlíkahald av landsvegum og almennum bygningum, tí hetta sambært honum beinanvegin hevði skapt virksemi í samfelagnum. Og hóast tað kunnu vera nógvar góðar grundir til at raðfesta viðlíkahald – tað er skjótari enn ein nýggj byggiverkætlan – vilja búskaparfrøðiligu ráðini vera at velja munadyggari amboð.

Kvikleiki hevur serligan týdning í mun til hesa búskaparkreppuna, tí niðurgongdin er so ógvuslig og skjót, men vónandi eisini stutt.

Skattalættar kunnu enda sum økt uppsparing

Í Føroyum bíða vit enn eftir triðja hjálparpakkanum, ið sigst vera málrættaður móti ferðavinnuni – sum longu hevur framt eina røð av hópuppsøgnum.

Danska stjórnin hevur framt og longt eini 27 hjálparpakkar og í farnu viku sett ein serfrøðingabólk við trimum professarum í búskaparfrøði at koma við tilmælum til, hvussu hjálparpakkarnir kunnu avviklast aftur, meðan fíggjarpolitisk átøk verða sett í verk fyri at seta ferð á aftur búskapin. Tilmælini skulu fyriliggja fyrst í komandi viku.

Ein røð av øðrum búskaparfrøðingum – herímillum eisini limirnir í danska búskaparráðnum – hava í tí sambandi verið frammi í miðlunum við hyggjuráðum. Størsti andstøðuflokkurin Venstre hevur skotið upp at veita miljardastórar skatta- og avgjaldslættar. Men hóast búskaparfrøðingarnir eru samdir við Venstre í tørvinum á at geva brúkarunum meira pening um hendi fyri at stimbra privatu nýtsluna, halda tey tó ikki, at skattalættar eru nóg munadyggir til endamálið.

Ein trupulleiki við skatta- og avgjaldslættum er sambært Jeppe Druedahl, Københavns Universitet, at skattalættar eisini hava nokk so drúgva tíð um at fáa virknað, og at tað ikki er so greitt fyri borgaran, at hann hevur fingið meira at ráða yvir. Og tá skattalættar søguliga sæð ofta í stóran mun bara eru endaðir sum økt uppsparing, serliga hjá skattaborgarum við høgum inntøkum, hava teir heldur ikki tann ynskiliga skjóta virknaðin upp á eftirspurningin í búskapinum.

Tí mælir Birthe Larsen frá Copenhagen Business School í samrøðu við avísina Information í staðin stjórnini at fylgja ráðunum um at veita borgarunum ‘tyrlupengar’, har tey fáa eina eyka peningaliga flyting beinleiðis inn á kontuna til forbrúk. Sambært professaranum frá CBS hevur tíðarfestingin eisini alstóran týdning, tí eigur stjórnin at geva peningaligu innspræningina so skjótt sum, at samfelagið verður latið upp aftur og forbrúkarin fær møguleika fyri at skrúva upp fyri nýtsluni.

Búskaparkreppa er nú, Landsstýrið avger dýpdina

KvF siteraði í farnu viku landsbankastjóran fyri at siga: “Tað er ikki rætt, at føroyska samfelagið er í einari kreppu”. Malan Johansen, landsbankastjóri, var ikki nøgd við hetta sitat og sendi eitt tíðindaskriv út, har hon nágreinaði sín boðskap til, at búskapurin í dag langt frá er í somu kreppustøðu sum í 90’unum. Hinvegin er búskapurin í eini niðurgongd.

Rætt hevur Malan. Føroyski búskapurin er í løtuni í eini sera ógvusligari niðurgongd, har lønargjaldingarnar og løntakaratalið í apríl minkaði heilt fitt, meðan arbeiðsloysið er vaksandi í kjalarvørrinum av eini røð av hópuppsagnum.

Tí er tað eisini í Føroyum rætt av landsins myndugleikum at fyrireika seg upp á at fremja fíggjarpolitisk átøk, ið kunnu stimbra búskapin til heystar og í 2021. Hóast hetta í fyrstu atløgu vil gera hallið á landsins fíggjarlóg enn størri, vilja langtíðarárinini av eini sjálvforsterkandi niðurgongd í búskapinum verða nógv størri.

Jørgen má syrgja fyri at finna kekkheftið fram. Ella senda boð eftir tyrluni.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður