Uttanlands

Týskland tekur sjúklingar úr Italia

REUTERS/Hannibal Hanschke

REUTERS/Hannibal Hanschke

2020-03-25 10:14 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Italska heilsuverkið er ógvuliga strongt hesar dagarnar. Landið er eitt tað harðast rakta við fleiri enn 60.000 smittaðum og meira enn 6000 deyðum; talið á deyðum er næstan tvífalt av talinum í Kina. 

Trýstið á intensivdeildirnar er so stórt, at pláss ikki er fyri fleiri. Tí hevur Týskland rætt eina hjálpandi hond, og týsdagin vóru fyrstu sjúklingarnir fluttir úr Italia til viðgerð í Týsklandi. Næstu dagarnar vera enn fleiri flutt. 

Italskir læknar hava úttalað seg um neyðugar raðfestingar av sjúklingum, tí arbeiðsmegi, pláss og orka er ikki til allar sjúklingarnar. 

Týskland hevur eisini tikið ímóti sjúklingum úr Fraklandi. 

Tveir av sjúklingunum, sum komu til Týsklands týsdagin, vóru úr Bergamo, harðast rakta býnum í Evropa. 

Týskland er eisini rakt av koronasmittuni. Har eru 27.000 fólk smittað og 114 deyð. Myndugleikarnir vænta ein størri vøkstur, hóast strong tiltøk eru sett í verk.

//Reuters
placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður