Heimatíðindi

Kvinnur, ið flyta til Føroyar merkja mest harðskap

(Elin Reinert Planck er dagligur leiðari á Kvinnuhúsinum. Savnsmynd)

(Elin Reinert Planck er dagligur leiðari á Kvinnuhúsinum. Savnsmynd)

2019-06-28 14:30 Author image
Hergeir Staksberg

Flestu útlendsku kvinnurnar trívast væl í Føroyum. Og tær flestu eru giftar við føroyskum monnum. Men so eru kvinnur, ið giftast monnum sum frammanundan hevur trupulleikar, og tað eru tær kvinnurnar, ið seta seg í samband við Kvinnuhúsið

- Hagtølini hjá okkum vísa, at tað í miðal gista tríggjar útlendskar kvinnur um árið. Tað er ein yvirumboðan í mun til talið av kvinnum í Føroyum, greiðir Elin Reinert Planc frá, sum er dagligur leiðari á Kvinnuhúsinum.

Men hvussu finna tær útlendsku kvinnurnar fram til Kvinnuhúsið, tá tær ikki duga málið og ikki megna at lesa ella skriva á føroyskum?

- Ja, ofta er tað onkur annar, sum blandar seg uppí. Kanska løgreglan verður tilkallað. Tað kann eisini vera arbeiðsgevarin, grannin ella familjan hjá manninum, sum hjálpa teimum.

- Tær útlendsku kvinnurnar finna ofta saman og hava eitt netverk, og har hoyra tær eisini um Kvinnuhúsið, sigur Elin.

[object Object](Flestu útlendsku kvinnurnar trívast væl í Føroyum, men tað er ikki galdandi fyri allar. Mynd: Shutterstock)

Útlendsku hava avbjóðingar

Tá tú kemur til eitt fremmant land og ikki skilir málið, so ert tú beinavegin avmarkaður. Almennu brøvini eru á føroyskum ella donskum, so tær hava ikki somu møguleikar at vita, hvat stendur í brøvunum, sum enda í teirra postkassa.

- Tað er nakað so grundleggjandi sum, at tá almennir stovnar í brøvum vísa til heimasíðir, og síðan bert er á føroyskum, tá er lætt at misskiljing kemur í, og at føroyski makin ikki endurgevur tað skrivaða rætt.

- Nógvir menn ynskja eisini serogn, áðrenn tey verða gift. Hetta merkir, at hann eigur alt. Um tey so liva saman í fleiri ár, og hon hevur hjálpt til fíggjarliga, so stendur hon eftir við ongum, um tey fara frá hvørjum øðrum, sigur Elin.

[object Object](Internetið verður nógv brúkt til sálarligan harðskap. Mynd: Shutterstock)


Fleiri ungar kvinnur

Umframt tær útlendsku kvinnurnar, so vindur sálarligi harðskapurin meir og meir upp á seg, tá talan er um ungar kvinnur. Kanningar í Danmark vísa, at tað er ein minking í harðskapi móti eldri kvinnum, men ein øking í harðskapi móti ungum kvinnum.

- Eg trúgvi, at alt tað, sum er tøkt á netinum hevur eina ávirkan. Ungar gentur skulu liva upp til alt møguligt, sum bara eksisterar á netinum og onki hevur við veruleikan at gera. Tað, sum tey sita og hyggja at, tað taka tey til sín.

- Netið hevur broytt nógv, tí fyrr høvdu vit eina fastnet telefon, og tað var tað, men í dag hevur tú endaleysar møguleikar at fremja sálarligan harðskap. Tað kann vera gjøgnum Facebook, Skype, teldupost, loyniorð til netbanka ella intimar myndir.

- Ofta hevur maðurin atgongd til alt. Hann kann fara inn á heimabanka, Facebook og annað. Tá verða tær ofta noyddar at fáa sær loyniligt nummar, broyta email ella sletta sín profil á facebook og øðrum sosialum miðlum.

- Tað er sjálvandi keðiligt, tí maðurin heldur á við at fortelja sína søgu, men har plagi eg at siga við tær: “Tey sum kenna teg, tey vita hvør tú ert. Og tey sum ikki kenna teg. Legg onki í, hvat tey halda”, sigur Elin.

[object Object](Sálarligur harðskapur rakar eisini børn. Mynd: Shutterstock)


Neyðugt við upplýsing

Skulu vit beina hagtølini á røttu leið, so mugu vit út í skúlarnar at upplýsa um trupulleikarnar sambært Elin.

- Tað er umráðandi at byrja við børnum og ungum, tá tað snýr seg um upplýsing. Tað er nakað, sum tildømis "Sig frá!" legði dent á, og tað gleðast vit um.

- Vit skulu læra tey ungu at seta mørk, bæði fyri hvat vit finna okkum í, og hvat vit útseta onnur fyri. Fyri at harðskapur skal trívast, skal tað vera ein, sum finnur seg í tí, og ein ið fremur harðskap. Tað er hetta mynstrið, ið skal broytast. Og tað er umráðandi at læra tað, so tíðliga sum gjørligt.

Tað er umráðandi, at tað er jávnvág í einum parlagi, soleiðis at báðir partar tora og sleppa at siga sína hugsan, uttan at vera bangin fyri avleiðingum.

- Tá sálarligur harðskapur er í einum heimi, so læra kvinnur og børn at týða mannin, so skjótt hann kemur inn gjøgnum hurðina. Og tey laga seg eftir, hvussu lagið á pápanum ella manninum er. Er hann í góðum lag, so eru tey eisini í góðum lag, men er hann í ringum lag, sp royna øll at gera seg so ósjónlig sum gjørligt. Men hóast tey royna at gera seg ósjónlig, so skal hann nokk finna okkurt at blíva óður um, sigur Elin at enda.

Les meir um sálarligan harðskap í Føroyum HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður